Bara einaferð seinastu 9 dystirnar er Heðin Klakstein farin av vøllinum uttan at hava skorað ella lagt upp til mál.
Vinstri vongur hjá KÍ, Heðin Klakstein, hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Og í løtuni eru neyvan nógvir leikarar í føroysku kappingini, sum eru eins effektivir, tá tað kemur til at skjóta mál og leggja upp til mál. Tí í seinastu 9 dystunum hevur Heðin Klakstein havt síðsta ella næstsíðsta fótin á 10 málum hjá KÍ. Hesa tíðina hevur KÍ skorað 18 mál.
12. umfar: KÍ-TB 1-0
Málskjútti: Heðin Klakstein
13. umfar: KÍ-FC Suðuroy 2-1
Upplegg(1): Heðin Klakstein
14. umfar: AB-KÍ 0-4
Málskjútti(1): Heðin Klakstein
15. umfar: KÍ-ÍF 0-0
16. umfar: B36-KÍ 2-1
Málskjútti: Heðin Klakstein
17. umfar: KÍ-NSÍ 3-3
Málskjútti(1): Heðin Klakstein
Upplegg (1): Heðin Klakstein
18. umfar: EB/Streymur-KÍ 4-4
Málskjútti(1): Heðin Klakstein
Upplegg (1): Heðin Klakstein
19. umfar: Víkingur-KÍ 1-1
Upplegg: Heðin Klakstein
20. umfar: KÍ-HB 2-0
Málskjútti: Heðin Klakstein
Seinastu 9 dystirnar er tað sostatt bara í dystinum á Norðoyastevnu, at Heðin hvørki skoraði ella legði upp til mál.
Hagtøl fyri Heðin Klakstein seinastu 9 umførini:
Dystir: 9
Mál: 6
Upplegg: 4
Les eisini:




