Týsdagin fór Heðin Mortensen, løgtingsmaður og borgarstjóri í Havn, til New York, har hann tær komandi vikurnar skal luttaka á aðalfundinum hjá ST. Men Heðin er ikki fari í farloyvi úr borgarstjórasessinum, og tað merkir, at varaborgarstjórin, Jógvan Arge, sleppur ikki at seta seg í tóma sessin á Vaglinum í Havn.

Vit hava spurt Heðin Mortensen, um henda støðan skal skiljast soleiðis, at hann ikki hevur álit á Jógvani Arge?
”Jú, eg havi álit á Jógvani Arge,” sigur Heðin Mortensen. Hann vísir tó á, at varaborgarstjórin, sum er valdur fyri 4 ár, hevur valt at fara úr samgonguni, og tí er hann ikki virkandi borgarstjóri, hóast hann framvegis hevur tað heitið.
”Tá eg sigi ikki virkandi, er tað tí, at hann ikki umboðar politikkin hjá meirilutanum í býráðnum, og hevur heldur ikki samtykt nakra fíggjarætlan fyri Tórshavnar býráð, og kann sostatt ikki umboða okkum úteftir,” sigur Heðin Mortensen.
”Hetta er eitt val, hann sjálvur hevur tikið, aftaná at hava verið í samgongu, og tí kann hann ikki umboða meirilutan,” sigur hann.
Heðin Mortensen kemur aftur úr USA tann 1. oktober.