Heiðin Mortensen skeiklar fatanina av íløguútreiðslum. Í høvuðsstaðnum eru langt yvir 80 almennir stovnar við meira enn 800 mió. kr. í9 lønarútgjaldingum.
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður:
Heðin Mortensen veit betur
Tølini hjá Heðini Mortensen einki við heildarveruleikan
at gera. Í Høvuðsstaðnum eru langt yvir 80 almennir
stovnar við meiri enn 800 mió. kr.í lønarútgjaldingum
umframt alt annað virksemi hetta gevur av sær.
Beint undan páskum hevði Heðin Mortensen, borgarstjóri grein undir heitinum “Ein hjálpandi hond til Jógvan við Keldu”, har hann skeiklar fatanina av lands- og ríkisalmennu rakstrar- og íløguútreiðslunum, sum í høvuðsheitum bæði beinleiðis og óbeinleiðis í størstan mun fíggja rakstur og íløgur hjá høvuðsstaðnum. Hann nevnir bara fá endatøl sum eru úr blokkstuðlinum: serforsorg, pensjónir og sjúkrahúsverkið. Heðin Mortensen veit fullvæl; hetta er uttan hald í veruleika.
Orsøkin til at viðmerkingarnar ikki koma fyrr enn nú er, at so stutt var til páskir, og tí helt eg, at páskafriðurin átti at havast í huga.
Danski blokkstuðulin er 615 mió. kr. umframt 231 mió. kr. í rakstrar- og løguútreiðsl-um av ríkisgoldnum stovnum í Føroyum. Síðani krígspensjónir etc. Samlaða upp-hæddin, sum kemur til landið úr danska ríkiskassanum, er sostatt tilsamans 947 mió krónur.
Eitt gullnám fyri Tórshavnar Kommunu
Vanliga havi eg ikki serstakt hongt meg í danska blokkstuðulin, men í heildarinn-tøkurnar, føroyskar og danskar, og hvussu og hvar hesar almennu upphæddir fella aftur í lønum og øðrum rakstri.
Tí fari eg at vísa á, sum Heðin Mortensen veit betur enn nakar annar, at langt yvir 80 landsalmennir stovnar liggja í høvuðsstaðnum við meiri enn 800 mió. krónum í útgoldnum lønum, sum aftur geva minst 160 mió. krónur í beinleiðis kommunuskatti.
Her eru ikki taldar uppí lønir til fólkaskúlan, røktarheim, skipum hjá fiskiveiðueftir-litinum ella tólum hjá SSL, lønir hjá donskum- ella norðurlendskum stovnum etc.etc.
Heldur ikki tær vørur, sum verða framleiddar úti um landið og avskipaðar til útflut-nings og vanliga fara yvir bryggjukant hjá Tórshavnar Havn og soleiðis í stóran mun gera, at avlopið hjá Tórshavnar Havn liggur um 25 mió. krónur árliga, meðan aðrar havnir í Føroyum lítið og einki geva í avlopi.
Eisini eiga vit at hava í huga, at lands- og ríkisalmennir stovnar í høvuðsstaðnum byggja út og nýtt og umvæla fyri yvir 100 mió. kr. árliga.
Umframt, so vaksa mongu tænastufyritøkurnar uttan um almennu stovnarnir, sum jú eru stórforbrúkarar av almennum keyptum tænastum.
Klaksvík/Kambsdalur gott men avmarkað dømi
Við at uppbyggja meiri sterk, fjøltáttað og samanløgd øki úti um landið, har breiddin av fyri- og átøkum eru neyðug, har samfelagsbygnaðurin er samansettur, vinna, mentan, heilsu- og almannaverk og útbúgving, o.s.fr., sum er avmarkað dømi um økið Klaksvík/Kambsdalur. Tá fært tú samfeldan dynamikk sum tænir øllum landinum.
At sentraliserað í økir gevur eina meining, men at setralisera alt í eitt einstakt øki ger av við allan dynamikk. Hetta er vísundaliga prógvað.
Tað kann eisini tykjast løgið, at politikarar í Suðurstreymi geva ilt av sær, bara tí, einir tríggir av yvir 80 almennum stovnum eru lagdir til Miðvágs og Tvøroyrar.
Nei, Heðin Mortensen, gev mær eina “hjálpandi hond” við at flyta stovnar, har teir nátúrliga hoyra heima, og geva ein dyggari dynamikk samfelagsliga. Tá fáa vit eitt yvirorðnað sterkt samfelag og ikki sum nú eina linliga menning.
Her verður bæði neyðugt við samaløgdum sterkum økjum, útflyting av almennum stovnum og útjavning av skattakrónunum. Tástani fæst eitt visjónsríkt samfelag.
So tølini hjá Heðini Mortensen eru burturvið og onki høpi í. Tað veit hann eisini sjálvur. Eitt danskt orðatak sigur, at: “Den der fortier, lyver også”!




