Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin, Paul og Meinhardt halda fram í KÍ

John William Joensen

Heðin á Lakjuni, Paul Clapson og Meinhardt Joensen hava gjørt avtalur við KÍ um næsta kappingarár

KÍ er farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár, og avtalur eru gjørdar við fleiri spælarar. Venjarin Tony Paris heldur fram í starvinum, og hann hevur sáttmála við felagið fram til 2009.

Mikukvøldið skrivaðu tríggir spælarar undir nýggjar sáttmálar við KÍ.

Meinhardt Joensen hevur verið tryggur aftasti skansi hjá KÍ ár, og hann hevur spælt so væl, at hann er komin á landsliðið, har hann er eykamálmaður hjá Jákup Mikkelsen. KÍ hevur gjørt avtalu við Meinhardt um, at hann eisini verjir KÍ-málið næsta ár.

Paul Clapson heldur eisini fram í KÍ. Hann er breti, og kom til KÍ úr USA, har hann hevði búð eina tíð. Paul er framúr stríðsmaður, og hann skorar eisini javnan. Paul hevur skorað 11 mál fyri KÍ í landskappingini í ár, og hann hevur eisini gjørt eitt mál í steypakappingini.

Heðin á Lakjuni er ein av royndu spælarunum hjá KÍ. Hann er ein tann mest vinnandi spælarin í Føroyum seinnu árini, og hann verður aftur í KÍ-búnanum í 2007.

Fleiri av hinum spælarunum hjá KÍ eru eisini í holt við at gera nýggjar sáttmálar.