Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin stuðlar samgonguni

Helgi Abrahamsen

Hóast Heðin Mortensen segði undir orðaskiftinum í løgtinginum í morgun, at uppskotið um Landsbankan smakkaði honum illa, so atkvøddi hann fyri uppskotinum.

Hóast Heðin Mortensen segði undir orðaskiftinum í løgtinginum í morgun, at uppskotið um Landsbankan smakkaði honum illa, og hóast hann vildi hava váttanir fyri viðurskiftum viðvíkjandi Váðaráðnum (sum hann ikki fekk), so atkvøddi hann kortini fyri løtu síðani fyri uppskotinum um Landsbanka og Váðaráð, og harvið tryggjaði hann samgonguni meirilutan fyri uppskotinum.

Uppskotið varð samtykt við 15 atkvøðum fyri og 14 atkvøðum ímóti.

Alt bendir tí á, at einki er í hóttanunum um, at tað sum hendi eftir býráðsvalið í Havn skuldi fáa avleiðingar fyri samstarvið í løgtinginum.

Harleywoodpaint