(Heðin Askham metir um kvøldsins dyst) – Eg havi KÍ sum favoritt, men hetta er eisini eintypiskur dystur, har EB/Streymur fer avstað við sigrinum, sigur Heðin Askham.
Heðin Askham var venjari hjá EB/Streymi frá sumri 2009 tilog við kappingarárið í fjør. Har fekk hann sera góð úrslit. M.a. í Klaksvík,har EB/Streymur oftast hesi síðstu 10 árini hevur fingið tryggar sigrar íKlaksvík. Men hví stendur EB/Streymur seg so væl í Klaksvík, spyrja vit.
– – Eg haldi, at tað hevur nakað við at gera, atdystirnir ofta hava ligið á tíðspunktum, har nógv hevur staðið uppá spæl hjá KÍog kanska eitt ávíst trýst hevur verið á teimum. Hetta hava leikararnir so havttrupulleikar av og ikki trivist so væl við. Meðan EB/Streymur, sum altíð hevurnógvar áskoðarar við sær í Klaksvík, hevur dugað at útnytta slíkar dystir. Ogstøðan hesaferð haldi eg minnir nógv um. Men eg havi KÍ sum favoritt serliga umRené Tórgarð og Gunnar Zachariassen (sum hevur leikbann, blaðm.) ikki vera við,sigur Heðin Askham.
Hann er ikki so bilsin av gongdini hjá EB/Streymi higartil,tí liðið hevur ofta eina trupla byrjan.
– Leikararnir hava sogóðan hugburð og lívsstíl, at tað skal meira til enn ein ring byrjan fyri atfáa teir niður við nakkanum, eisini um eitt tap skuldi komið í Klaksvíkhesaferð, heldur hann.
Er imponeraður av KÍ
Heðin hevur nógv rósandi orð at bera KÍ liðinum, sum hannvæntar nógv av.
– – Eg var eitt sindur í iva um KÍ undan kappingini,tí eg visti ikki heilt, hvør av KÍ ella NSÍ fór at blanda seg í toppin, men manhevur sæð, at KÍ hevur eitt gott lið í ár og eg havi teir beint undir HB ogVíkingi, sum eru bestu boðini uppá FM. Saman við KÍ síggi eg m.a. ÍF ogEB/Streym koma at stríðast beint aftanfyri tey bæði fremstu. Serliga teir unguleikararnir á KÍ liðinum hava imponerað við góðum hugburði og stríðsvilja, ogeg síggi teir enn hægri uppi næsta ár, sigur venjarin hjá meistarunum í fjør.
Væntar góðan dyst
Hann væntar sær ein góðan dyst íkvøld.
– – Bæði KÍ og EB/Streymur eru lið, sum eru góðframeftir og sum hava nógvar góðar leikarar. Tí er lagt upp til ein góðan ogundirhaldandi dyst, har KÍ er favorittur, men har eg sjálvur tó síggi ein góðanmøguleika fyri einum sigri til EB/Streym, sigur Heðin Askham at enda.
Dysturin byrjar kl. 17.30
D




