Tað er ikki bert í Føroyum, at summarið hevur trupult við at fáa fastatøkur. Fyri lítlari løtu síðani køvdi eitt heglingsæl Keypmannahavn.
Tað er ikki bert í Føroyum, at summarið hevur trupult við at fáa fastatøkur. Fyri lítlari løtu síðani køvdi eitt heglingsæl Keypmannahavn.
Undirritaði fekk nøkur so kallað ”Snapchat” sendandi frá fólki á staðnum fyri lítlari løtu síðani.
Veturin hevur barasta ikki hug at sleppa og geva summarinum frið at virka. Nú er tað ein vika síðani seinasta kavaæl í Føroyum.
Men tað er ein uggi, at tað ikki bert føroyingar leingjast eftir veruligum summarhita. – Tað hava verið nakrir fleiri heitir dagar niðri í Danmørk, men tað er ikki at samanlíkna við fjørsummar, ið byrjaði væl fyrr.
Dagurin í dag er góður og tað mugu vit njóta.




