Veit væl, at ein ikki eigur at kritisera góð tiltøk, tí tey eru so fá í Klaksvík, men bert eitt hjartasuff, nú summarfestivalurin er byrjaður at hegna ávísar handlar uttanfyri og gera tað so torført hjá hesum handlum at handla, at ein følir seg snýttan.
Sjálvir havi eg staðið fyri Norðoyastevnuni í fleiri ár og var høvðusdenturin lagdir á, at pengingarliga skuldi stevnan vera fyri Norðoyggjar, fyri handlarnar og feløgini í Norðoyggum, men tað sær ikki soleiðis út, sum at summarfestivalurin gongur í somu fótasporum. Flestu handlarnir, sum selja á festivalinum, eru fólk aðrastaðni frá, sum hava einast eitt endamál og tað er at fáa so nógvar pengar í lumman sum gjørlit. Handlar, sum hava virka í hálva øld á økinum, blíva nú hegnaðir uttanfyri. Haldi tað er langt úti, at Kl. Kommuna kann hegna ávísar handlar uttanfyri eitt ávís tíðarskeið á árinum og síðan lata somu handlar virka hinar 360 dagarnar, veit heldur ikki um tað er lógligt.
Hevði fund við Erik Biskopstø og Jonhard Hammer í virkishúsinum, tá ið eg var heima í viku 29-30 og skein ígjøgnum fundin, at teir vildu samstarva við handlarnar á økinum. Trupuleikin við summarfestivalinum 2006, var at ein borgari, sum var granni til festivalin, ikki slapp inn og tískil skuldi hegni flytast upplýsti EB og JH. Eisini bleiv upplýst, at Summarfestivalurin bara hevur halvt skeinkiloyvið og tískil skuldi hin grannin eisini hegnast uttanfyri. Portir skuldi setast upp eystanfyri, eitt portir við KÍ høllina og eitt portir við Posthúsið, hetta bleiv skriva uppá eina talvu á vegginum, men soleiðis er tað ikki ídag.
Vil bert heita á fyrireikarnir til summarfestivalin og Kl. Kommuna, at handlar, sum hava virka á økinum í meira enn hálva øld og sum hava øll loyvir íordan, eisini kunnu virka ímeðan summarfestivalurin er. Lat ikki summarfestivalin blíva ov reyðan, har man hegnar ávísar borgarar úti og aðrar inni.
Góðan summarfestival
Vinarlig heilsan
Símun á Høvdanum
03.08.07 Tranbjerg




