Eisini á almannaøkinum lovar ein flokkur at hann er garanturin fyri vælferðini hjá einstaka borgaranum, sum kemur illa fyri í samfelagnum.
Sama søgan endurtekur seg, garanti fyri vælferðina, men onki innihald verður definerað. Jú, treyðugt so, víst verður til at útreiðslurnar eru øktar seinastu árini, men hvat er tað fyri eitt innihald vit vilja veita borgaranum við teimum tænastum vit seta á stovn. At nýta pening er sera lætt, men veruliga at skipa tænastur fyri borgaran sum er komin illa fyri, krevur at tú setir tær mál fyri innihaldinum í veitingini.
Burtur við kekkinum og inn við menniskjanum.
Eftir mínum tykki er ikki nóg mikið at útskriva kekkar til fyritíðarpensionistar, sálarsjúk og tey við skerdum førleika annars, og so halda at nú stendur væl til. Vit eiga at spyrja hvussu og hvønn tørv hesi fólk hava fyri at kunna liva ein meiningsfullan gerandisdag við einum veruligum innihaldi. Kunnu tey arbeiða parttíð? Hava tey tørv á uppvenjing? Skulu tey fáa tilboð og vegleiðing frá einum arbeiðsmarknaðarráðgeva, sum er sambindingarlið ímillum arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran?
Skipað eigur at verða fyri bæði sosialum og mentunarligum tilboðum málrættað til hesar bólkar, soleiðis at tey ikki gerast avskorin sosialt og mentunarliga.
Hetta er bert eitt dømi um at geva einum lítlum bólki undir almannaverkinum mál, mið og innihald í gerandisdagin og vil eg á hesum øki, eins og øllum øðrum økjum innan almannaverkið, berjast fyri at gjøgnumføra ein politikk har einstaki brúkarin verður settur í sentrum, og tænastan veitt eftir hansara tørvi.
X við E
Heidi P
Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi




