Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heidi Petersen, løgtingskvinna.: “Breiða samgongan” og útlendinga politikkurin

John William Joensen

Jagstranin hjá Jógvani við Keldu landsstýrismanni eftir útlendingum heldur fram.

Nógv hevur verið skrivað og tosað um ta “breiðu samgonguna”, síðani hon varð skipað eftir valið 20. januar. Fegnast hevur verið um, at nú skuldi veruligur politikkur aftur førast í landinum. Einstaki borgarin skuldi setast í miðdepilin, og vælferðin skuldi í fremstu røð. Landsins leiðsla skuldi – við tí breiða politiska meirilutanum – rættiliga skipa so fyri, at vit í Føroyum skuldu merkja, at ein samgonga, sum hevði tær praktisku loysnirnar fyri borgaran, var farin til verka. Javnaðarflokkurin við C-vitaminunum til fólkið, Sambandsflokkurin við danska statinum sum besta boð í Føroyum og Fólkaflokkinum sum heimastýrisflokki skipaðu seg í landsstýrinum sum tann breiði kletturin, Føroya fólk hevði sett sítt álit á, tí nú skuldi veruliga nakað gagnligt gerast fyri fólkið.
Tá vit í andstøðuni spyrja eftir málum og miðum fyri, hvaðar leiðin hjá Føroysku tjóðini gongur í løtuni, er svarið, at sovorið tvætl, sum at hava visiónir og ætlanir, er burturspilt orka. Vit skulu hugsa og arbeiða við praktiskum loysnum.
Men hvussu hevur gingist við teimum praktisku loysnunum? Vit kunnu tríva í bunkan av átrokandi málum, sum als onga loysn hava fingið:
· at útvega teimum heimleysu bústað
· at gera sernámsfrøðiligt tilboð á døgnstovni til føroysk born og ung
· at seta gongd á arbeiðið við at fáa fleiri kvinnur í føroyskan politikk
· at fáa útlendskari arbeiðsmegi sømilig kor at virka undir
· og nú seinast miðvísa jagstranin av útlendingum í Føroyum
Útlendingar, vit hava sent boð eftir, og sum í áravís hava virkað og livað í Føroyum. Fólk, sum við sínum dugnaskapi og hegni verðuliga hava givið okkara smáu bygdum og býum eitt lyft á mongum økjum – bæði menniskjasligt og fakligt. Ítróttafólk, arbeiðsfólk á flakavirkjum, í skúlum og samkomum. Vina- og kærleiksbond eru knýtt fyri lívið, og tey eru veruliga eitt frískt og tiltrongt íkast hjá okkum í Føroyum. Hesi fólk eru vorðin ein væl integreraður partur av okkara samfelag, og eru í veruleikanum eitt stórt tilfeingi fyri okkum sum tjóð. Eru á ongan hátt ein hóttan í Føroyska samfelagnum.
 
So eg fari at loyva mær at spyrja:
· stendur “breiða samgongan” aftanfyri jagstranina av útlendingum í Føroyum?
· hvussu leingi skulu útlendingarnir liva við óvissuni um, hvørja viðferð teir fara at fáa í framtíðini?
· og tekur meirilutin á Føroya Løgtingi verulig undir við, at henda mannajagstran heldur fram?


Heidi Petersen, løgtingskvinna.