Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heidi Petersen, løgtingskvinna.: Fimm fet á leiðini.

John William Joensen

Hvat skal til fyri at fremja meiri javnstøðu í Føroyum?

Á fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið 24. oktober, sum Demokratia skipaði fyri um hvussu vit bøta um javnstøðuna í Føroyum, nú vit aftur skulu til próvtøku hjá CEDAW í 2008. CEDAW er stovnur undir ST, sum arbeiðir við at beina fyri mismuni móti kvinnum. Føroyar undirskrivaðu CEDAW-sáttmáli í 1987.

Í fjør vóru Føroyar til próvtøku í CEDAW, og atfinningarnar vóru nógvar. CEDAW átalaði lágu kvinnu umboðanina í politikki, í akademiska umhvørvinum og í leiðandi størvum eins og tann stóra lønarmunin millum føroyskar menn og kvinnur.

À fundinum gjørdi eg greitt at neyðugt er við ítøkiligum tiltøkum til tess at bøta um javnstøðuna í Føroyum, og at tað miðvísa arbeiðið alla tíðina má fremjast og útbyggjast. Her vil eg nevna fimm átøk, sum í fyrsta umfari eru umráðandi at fáa gjøgnumført

Fyrsta fetið
á leiðini er samtyktin um at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Granskingin vísir at har flokkarnir fáa fleiri enn eitt umboð, hava kvinnur størri møguleika at verða valdar á ting, enn í økjum sum bara geva flokkunum eitt umboð.

Annað fetið
á leiðini er miðvís gransking í javnstøðu. Manglandi javnstøða og manglandi vitan er størsta hóttanin móti búskaparvøkstri og vinnuligum framburði í einum samfelagið, umframt tað at manglandi javnstøðaat kann hótta familjuna og trivnaðin hjá teimum veikastu bólkunum í samfelagnum. Flest øll framkomin lond hava sæð vakstrarpotentiali í javnstøðugongdini og eitt amboð at tryggja hetta vakstrarpotentiali er meiri vitan.(Uppskot frá Tjóðveldinum um javnstøðugransking liggur í løgtinginum)

Triðja fetið
á leiðini er at lóggeva um at í øllum nevndum og ráðum í landinum skal vera jøvn umboðan av kvinnum og monnum. Henda lóg skal vera galdandi fyri bæði almennar nevndir og ráð, og fyri privat feløg. Hetta skal fráboðast beinan vegin, og skulu feløgini so fáa eina freist uppá tvey ár at fáa hetta í rættlag. Hetta hevði viðført at vit longu í 2010 høvdu fingið javnstøðu á hesum øki og er hesin leistur royndur í Noregi við góðum úrsliti.

Fjórða fetið á
leiðini er “public service” sáttmáli við almennu fjølmiðlarnar um at teir binda seg til at hava eina javna “profilering” av bæði monnum og kvinnum í samfelagnum. At evni teir viðgera umboða allar bólkar í samfelagnum, harundir eisini at lýsa einar Føroyar sum fjølbroytt samfelag við bæði kvinnum og monnum.

Fimta fetið
á leiðini er at játta pening soleiðis at Demokratia kann halda fram við virksemi sínum eftir 31. desember 2007. Skotið er upp at nevndin fær kr. 500.000,- um árið til arbeiðið frá 1. januar 2008, sum er at fylgja tilmælinum hjá Útnorðurráðnum til slíkt arbeiði. Arbeiðið hjá Demokratiu fevnir um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari og tá Demokratia júst er farið til verka, er tað púrasta neyðugt at nevndin heldur fram, so leingi sum støðan viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum er sum hon er.(Uppskot frá Tjóðveldinum um at Demokratia kann halda fram liggur í løgtinginum)

Heidi Petersen.