Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heidi vann eina og eina kvart millión

Oliver Joensen

Tað var 22 ára gamla Heidi Restorf, sum streyk avstað við størsta gekkavinninginum nakrantíð. Heidi vann 1.250.000,- kr.

Fyri Norðlýsinum segði Heidi, at hon arbeiðir á Posthúsinum á òðinshædd í Havn, men at hon hetta vikuskiftið var komin til Klaksvíkar at hugna sær, tí hon og sjeikurin ætlaðu sær til Gøtu ímorgin at hyggja eftir dystinum ímillum HB og Víking.

Eg spæli vanliga ikki serliga nógv gekk, men eg skal viðganga, at eg í seinastuni havi spælt nógv, nú gekkurin hevur verið so stórur.

Vit spurdu Heidi um hvat hon ætlaði at brúka pengarnar til: "Fyrst og fremst havi eg lova vinkonum eitt hugnakvøld, síðani havi altíð droymt um ein túr út í heim at siggja meg um og tað rokni eg við at eg fari. Men eg fari fyrst og fremst at ansa pengunum væl".

Fert tú eitt nú at brúka peningin til sethúsabygging? Tað veit eg ikki, segði Heidi, eg eri akkurat flutt saman við sjeikinum, so vit fáa at síggja.
Heidi og Pætur høvdu leitað sær til familjuna í Klaksvík at halda weekend, tí tey ætlaðu sær at hyggja eftir dystinum ímillum HB og Víking ímorgin. Tí hugnaðu tey sær á privathædduni á Roykstovuni hjá Sigurði og konuni, ið eins og Pætur er ættað úr Haraldssundi.
Hjartaliga tillukku Heidi, frá okkum á Norðlýsinum.