Allar ungdómsdeildirnar eru nú lidnar at spæla og í lægri vaksmannadeildunum hevur eisini hilnast væl
Samanumtikið hevur gingið væl hjá KÍ í yngru deildunum. Pinkurnar vunnu FM triðja árið á rað, men umframt hesi gullmerki, hevur KÍ vunnið fleiri heiðursmerki í ungdóms-deildununum í ár. Dreingirnir vóru við í gullstríðnum heilt fram ímóti endanum, men tað endaði við, at teir vunnu bronsu. Gentur 14-17 ár hava eisini verið við í toppinum, og tær fingu somuleiðis bronsu. Gentur 10-12 ár vunnu silvur, meðan Gentur 12-14 ár endaðu sum nummar 4. Bæði KÍa og KÍb smádreingir vunnu sínar økisbólkar og fingu steyp til ognar.
Heiðursmerki til unglingar og 4. deild
KÍ unglingar vunnu mikukvøldið dystin um 3. plássið, sum var ímóti B36. Dysturin varð spældur í Gøtu, og hann endaði við 2-1 til KÍ. Málini hjá KÍ skutu Karsten Justesen og John Hammer. Harvið vunnu unglingarnir bronsuna í landskappingini, umframt at teir í summar vunnu gull í steypakappingini. NSÍ, sum KÍ tapti fyri við brotsspørkum í hálvfinaluni, vann finaluna ímóti HB.
Umframt 5. deild, sum vann silvurmerki í landskappingini, hevur 4. deild hjá KÍ eisini vunnu bronsu. 4. deild skal spæla um uppflyting til 3. deild.
3. deild leikti javnt á toftum og fekk sostatt silvur og skal spæla um uppflyting móti næst niðasta liðnum í 2.deild.




