Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heiðursbræv til Bindifestivalin í Fuglafirði

Bindifestivalurin í Fuglafirði

Seinast vikuskifti fekk Bindifestivalurin heiðursbræv frá Ferðavinnufelaganum og øðrum aktørum í ferðavinnuni, fyri at vera

“NÝSKAPAN Í FERÐAVINNUNI”

Við hesum grundgevinginum:

Siðbundin føroysk mentan verður samskipað á øðrvísi hátt og fær eitt nýtt úttrykk, ið dregur onnur við sama áhuga til Føroya. Dyrnar verða latnar upp í vanligum føroyskum heimum fyri øllum, sum hava áhuga í hesum handverki. Hetta er nýhugsan og gevur ferðafólkum eina sanna og autentiska ferðauppliving, sum ikki kann fáast aðrastaðni. Ongantíð áður hevur verið skipað fyri tílíkum tiltaki í Føroyum, og er hetta er nýskapan í føroysku ferðavinnuni.

Tað er langt frá tanka og til at fáa tað ført út í livið, men fuglfirðingar tóku hetta til sín og tí lat tað seg gera.

Bindifestivalurin vil takka øllum stuðlum og fuglfirðingum, sum viðvirkaðu á ymsan hátt.

Takk fyri.

Bindifestivalurin í Fuglafirði