Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

Jóhann Lützen

Í samband við at tað eru 50 ár síðan at legendariska útgávan “Komið øll við” kom á marknaðin, verður stórfingin heiðurskonsert í Varpinum fríggjakvøldi 17. mai 2024

Táið megahittið ‘Komið øll við’ varð givið út í 1974, bleiv Føroya rokksøga skrivað.

Ongantíð áður var rokktónleikur givin út á eini føroyskari plátu. Aftanfyri útgávuna stóð klaksvíksbólkurin Straight Ahead.

Við Jørgin Dahl á odda, setti teir rokkin í gongd, og tey knapt fýra árini, bólkurin var til, var hann óvanliga virkin í upptøkuhølunum. Úr teirra hondum komu tvær singlur, ein EP og tann ikoniska Veðraplátan. Nú kanst tú uppliva 70’ara ljómin hjá Straight Ahead á eini forvitnisligari heiðurskonsert í Varpinum tann 17. mai í 2024 klokkan 20.

Tá verður allur tónleikurin tulkaður av fleiri supergóðum tónleikarum, og millum aðrar fer Jørgin Dahl himself at syngja nøkur av sínum klassisku rokk hittum frá tí tíðini. Vælkomin í Varpið til absolut ársins konsert.

Í fyrireikingarbólkinum eru Rani Nolsøe, verkætlanarleiðari, Vár Joensen frá Norðoya Kunningarstovu og Annfinnur Heinesen frá Varpinum. Umframt heiðurskonsertina fyrireika tey eina forkunnuga framsýning frá teirri tíðini. 

Atgongumerkir verða sett til sølu á atgongumerki.fo í vikuskiftinum.