– Í ”Heildarætlanini fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” verður borgarin og betri tænastur til hansara sett í miðdepilin, samstundis sum vit menna tað heilsufakliga umhvørvið her á staðnum. Her verður hugsað um, at flestu tænastur og umsiting fer at verða á einum stað, og at samskifti millum starvsfólk tí verður tættari og betri, sigur Heri Ellingsgaars, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Í ”Heildarætlanini fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” verður borgarin og betri tænastur til hansara sett í miðdepilin, samstundis sum vit menna tað heilsufakliga umhvørvið her á staðnum. Her verður hugsað um, at flestu tænastur og umsiting fer at verða á einum stað, og at samskifti millum starvsfólk tí verður tættari og betri, sigur Heri Ellingsgaars, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Saman við Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur Klaksvíkar Sjúkrahús lagt úr hondum eina ”Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”, har lagt verður upp til 10 átøk, sum skulu samskipa og menna allar heilsutænasturnar í økinum, eitt nú við at staðseta allar undir sama taki í bygningunum, har Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Røktarheim í dag halda til.
Ein gamal dreymur
– At gera eina heildarætlan fyri heilsutænasturnar í Norðurøkinum er eitt gamalt ynski, sum nú endiliga er vorðið til veruleika, og eg var tí ongantíð í iva, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri, skeyt upp fyri okkum og politikarunum, at farast skuldi undir hetta arbeiðið, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum fegnast um, at eitt samt Klaksvíkar býráð tók undir við heildarætlanini.
– Fyri okkum á sjúkrahúsinum fer ætlanin at fáa stóran praktiskan týdning í tí dagliga, við tað at ymiskar mannagongdir fara at gerast einfaldari.
– Vit vóna, at eitt betrað samskifti við NBH, 1870, kommunur og kommunulæknar fer at lætta um hjá øllum pørtum. Og sjálvandi at ætlanin fyrst og fremst verður til gagns fyri brúkaran.
Flestu heilsutænastur og
umsiting á einum stað
– Tað, sum kanska skumpaði mest undir at fáa heildarætlanina gjørda nú, var álitið um heilsunýskipan, sum HIMR legði fram fyri nøkrum árum síðani.
– Heilsudeplar eru ein aðaltáttur í nýskipanarætlanini, og tað er tí tikið við í hesi nýggju ætlan fyri Norðurøkið. Tillagingar skulu gerast í hesum sambandi, men samanumtikið eru vónirnar góðar um, at tað skal fara at bera til.
– Í ”Heildarætlanini fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” verður borgarin og betri tænastur til borgaran sett í miðdepilin, samstundis sum vit menna tað heilsufakliga umhvørvið her á staðnum. Her verður hugsað um, at flestu tænastur og umsiting fer at verða á einum stað, og at samskiftið millum starvsfólk tí verður tættari og betri.
– Ætlanin leggur eisini upp til fleiri ”heitar” hendur til brúkaran, við tað at vask og matgerð ætlandi skal fara fram á einum stað. Røktarstarvsfólk fáa sostatt meira tíð til at vera um tey gomlu.
– Nú er bara at fara ígongd. Vit meta at fleiri av átøkunum kunnu setast í verk uttan alt ov nógv hóvasták, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
(Myndir: Dávur Winther)




