Átakið ‘Heilsa á ferð’ verður byrja í Klaksvík, síðani verður farið kring landið. Fyrstu kanningarnar verða gjørdar týsdagin 17. september, og hildið verður fram til fríggjadagin 21. september. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum verður karmurin um tiltakið komandi viku.
Átakið ‘Heilsa á ferð’ verður byrja í Klaksvík, síðani verður farið kring landið. Fyrstu kanningarnar verða gjørdar týsdagin 17. september, og hildið verður fram til fríggjadagin 21. september. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum verður karmurin um tiltakið komandi viku.
Tilmeldingin fer fram á tann hátt, at fólk kunnu ringja til telefon 515155 millum kl. 10 og 16. Átakið er eitt samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Fólkaheilsuráðið. Í hesum sambandi verður skipað fyri fyrilestri týskvøldið 17. september kl. 19.30 í Spaniastovu, har Jens Andreassen, yvirlækni fer at halda fyrilestur um Typu2 diabetes. Løtan verður eisini kryddað við onkrari framførslu.
KOL og typa2 diabetes kanningar
Í komandi vikur fer Fólkaheilsuráðið undir KOL / Typa2 diabetes átakið 2013 kring landið. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.
Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.
Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymisk tilsløg og fylgisjúkur.
Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KO