Tilfeingisgjald varð av fyrstantíð uppfunnið av búskaparfrøðingum – tí hetta skuldi gera Føroyar leysar frá blokki og dana kongi.Síðani varð hetta tikið í brúk sum leigugjald fyri “fólksins ogn”.
Tilfeingisgjald varð av fyrstantíð uppfunnið av búskaparfrøðingum – tí hetta skuldi gera Føroyar leysar frá blokki og dana kongi.
Síðani varð hetta tikið í brúk sum leigugjald fyri “fólksins ogn”.
Nú brúka skiftandi landsstýrir hetta gjaldi til at fylla hol í landskassanum. Landsstýrið, sum nú situr, hevur við lokabrøgdum billa sjómonnum inn at teir nú sleppa undan hesum gjaldi – Einans reiðarin skal gjalda, siga Aksel, Poul og mest Høgni Hoydal – meðan búskaparfrøðingar við fullveldi í huga nikka játtandi.
Men enn vantar teimum gjald fyri blokkin – jú tað skal uppboðsøla og tilfeingisgjald eisini rinda – bert reiðarin og hinir “ódámligu” klaksvíkingarnir og gøtumennirnir, sum hava víst seg sum dugnaligir vinnulívsmenn skullu gjalda. Eingin á dekkinum kemur at gjalda!!??
Lurta – hvat hoyrist sunnan av landið? Jú – nú skal byggjast í Tórshavn – ókeypis skal verða at eiga børn – hvør maður og kona skal sleppa undan skatti – tey sum granska og lesa skulu í glæs og rammu –
Tað sum hýsan og toskur ikki longur megna at gjalda – orka sild og makrelur. Segði onkur at sjómannafrádrátturin skuldi avtakast?
Og tey sum skrivað á papír skulu eisini flóta uttan at gjalda.
Nýggju Føroyar verða samfelagið har tú skalt gjalda til tey sum einki gjalda – áðrenn tú sleppur at keypa skip og royna teg sum veiðumann. Fyrr fingu hesi, sum einki gjalda, mettuna frá veiðuni og úrtøkuni hjá sjómonnum, nú standa tey við kravið um fong áðrenn skip loysa frá bryggju.
Jú – meðan sjómenn sovna við vissuni at sleppa undan gjaldi – bólna búkarnir á miðjuni – samstundis gerast tey færri og færri, sum skulu gjalda – hetta eru nýggju Føroyar.




