Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsufrøðingarnir flyta í Heygabúðina

Helgi Abrahamsen

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár (við fyrstu viðgerð) at leiga høli í Heygabúðini til Gigni.

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár (við fyrstu viðgerð) at leiga høli í Heygabúðini til Gigni. Gigni eru heilsufrøðingarnir, ið millum annað arbeiða á skúlunum (tað sum fyrr kallaðist skúlaheilsusystrar).

Í oktober samtykti Trivnaðarnevndin børn & ung at geva umsitingini hjá býráðnum heimild at arbeiða víðari við eini hølisloysn til Gigni á Skúlatrøð. Millum annað skuldu samráðingar takast upp við eigaran av Heygabúðini um eina leiguavtalu í fimm ár, til hølini á Skúlatrøð, sum eru partur av skúlabyggingini, verða klár.

Trivnaðarnevndin børn & ung og Fíggjarnevndin samtyktu í desember at taka undir við, at Gigni flytur alt sítt virksemi í ovaru hæddina í Heygabúðini, og á fundi í gjár samtykti býráðið hesa ætlanina. Býráðið skal tó hava eina viðgerð av málinum afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.

Gigni húsast í løtuni í skúlanum, men orsaka av arbeiðinum við umbygging har, verður hildið at vera best at flyta í onnur høli fyribils.