Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsuhjálparar og starvsfólk við køksfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim

LÝSING

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir heilsuhjálparum og starvsfólki við køksfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir

· Heilsuhjálpara, við setanarbrøki 0,63, at byrja 1. september 2016.

· Heilsuhjálpara, við setanarbrøki 0,5625, at byrja 1. september 2016.

· Avloysara fyri heilsuhjálpara, við setanarbrøki 0,62, at byrja 1. september 2016 til 31. mars 2016.

· Avloysara fyri starvsfólk við køksfakligari útbúgving, við setanarbrøki 0,475, at byrja 1. september 2016 til 31. mars 2016.


Fyri heilsuhjálparastørvini er talan um skiftandi vaktir og vikuskiftir.

Starvið í køkinum er um dagin og í vikuskiftum.

Um eingin við køksfakligari útbúgving søkir starvið, men fólk við heilsufakligari útbúgving søkir ístaðin, er møguleiki at verða settur við setanarbrøki 0,8.

Broytingar verða møguliga í heilsuhjálparastørvunum, sum geva møguleika fyri hægri setanarbrøki.

Í Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.


Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

· Útbúgving, sum svarar til størvini

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Spennandi og sjálvstøðug størv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Turið Zachariassen, deildarleiðara, á tlf. +298793474.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 22. august 2016.




Harleyfacadeacryl