Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsurenning: Fuglafjørður hevur yvirhálað Klaksvík í renning

John William Joensen

Leygardagin var Treysti í Fuglafirði og skipaði fyri Heilsurenning, og tóku fuglfirðingar serstakliga væl undir við tiltakinum

Treysti í Klaksvík hevur í fleiri ár verið virkið í Klaksvík við hópin av rennarum. Tá ið heilsu-faldari kom út í Klaksvík, øktist rennaratalið munandi frá 40 hvønn leygardag og upp móti 300.

Nú ætlar ein bólkur í Fuglafirði at taka seg saman at skipa fyri leygardagsrenning við fyrimynd úr Klaksvík. Tí heittu tey á Treysti um at hjálpa til og annars leggja lag á.

Áðrenn renningin varð sett í gongd helt Hans Pauli Strøm Landsstýrismaður røðu um hví tað er so skilagott at røra seg.

Ein kempusuccés, verður sagt úr Fuglafirði. Hóast vánaligt veður við nógvum regni, vóru ikki færri enn 150 fólk, sum fingu startnummar uppá seg.

Har vóru fólk í øllum aldri, nógvar smábarnafamiljur, harav fleiri við børnum í barnavognum og koyristólum. Har vóru ung, vaksin og eisini nógv í tí heilt tilkomna endanum, fleiri í pensjónsaldrinum. Har vóru fólk við ymiskum førleika fyri at renna ella ganga. Onkrir vandir rennarar, tey flestu tó ikki von við at renna. Og har vóru fleiri, sum ongantíð áður høvdu roynt at runnið fyrr – og als ikki so langan tein.

Hetta var sanniliga ein heilsurenning sum er beinleiðis eftir uppskriftini!.

Rutan varð løgd í tveimum, ein stutt leið – ca 2,5 km, og ein longri uppá ca. 5 km. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at slík heilsurenning hevur verið í Fuglafirði, søgdu tey – og tað má man siga var ein flott byrjan.

Ja, Gutti, Jonhard og Pól frá Treysti, sum vóru við til at leggja lag á, vóru heilt ovfarnir. Tí nú vóru teir í nøgd av fólki í lutfalli yvirhálaðir í Fuglafirði í mun til í Klaksvík. 

Klaksvík er jú Heilsubýurin burturav, við hópin av rennarum, men við so mongum øðrum eisini, har vit ikki mugu gloyma svimjihøllina, gongufelagið og øll hini.

Tó er hetta ein gleðilig yvirháling, legði Gutti afturat við einum smíli.

Í Fuglafirði eru tað serliga Regin Jóanesarson, John Allan Midjord og Suffía við Stein, sum hava verið stigtakarar til væleydnaða rennitiltakið, sum ætlandi skal halda fram hvønn leygardag.

Ætlanin er at hava ókeypis innandura venjingar í Høllini á Kambsdali komandi tveir týsdagarnar kl 17.30.