Omanfyri 70 fólk valdu í góðveðrinum í dag at renna fyri heilsuna við Sportmaster og Treystinum.
Fyrsta “Renn fyri heilsuna” fekk góða undirtøku í dag. Omanfyri 70 fólk, stór og smá, yngri og eldri vóru møtt til tiltakið. Áðrenn byrjan fingu allir luttakarar hvør sína t-shirt frá Sportmaster at renna/ganga.
Formaðurin í heilsunevndini í Klaksvíkar Kommunu, Rani Nolsøe, segði nøkur orð og takkaði Sportmaster og Treystinum fyri hetta frálíka tiltak, tey eru farin undir hvønn leygardag í summar.
Síðani løgdu øll leiðina ein túr út á Skarðhamar at venda og aftur. Allir luttakarar gjøgnumførdu teir fimm kilometrarnar, sum teinurin er, og komu aftur við einum smíli.
Tá luttakaranir komu aftur stóðu Søren og Morid fyri teimum við saft og vatni, sum kom væl við eftir ein tílíkan túr. Eisini fingu øll sítt fyrsta Sportmaster stempul í hefti tey ognaðu sær í dag.
Næsta “Renn fyri heilsuna” verður leygardagin 19 mai kl. 17.00 frá Sportmaster í Vágsheygsgøtu. Fyrireikarnir vóna at minst líka nógv verða við tá.
Tá ein rennur fyri heilsuna, vinnur ein við at tapa – kilo.




