Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsurenning: Seinasta heilsurenning í morgin

John William Joensen

Í morgin kl. 17.00 verður skipað fyri seinasta “Renn fyri heilsuna og fá gávur afturfyri frá Sportmaster” á hesum sinni

Higartil eru tað umleið 1.000 luttakarar tilsamans, sum hava verið við í tiltakinum, sum Treysti og Sportmaster hava staðið fyri. Luttøkan hevur verið nógv betur enn fyrireikararnri høvdu væntað, og tað eru tey sera fegin um. Onkur hevur luttikið hvørja ferð, nøkur fleiri enn tíggju ferðir og nógv hava luttikið fleiri enn fimm ferðir.

Tiltakið bleiv nr. 2
Tiltakið hevur verið við í einari kapping millum Sportmaster handlar í danska ríkinum. Sigast má at tað hevur verið eitt gott tiltak, tí tá dómsnevndin var liðug við sítt arbeiði, tá varð tiltakið hjá Sportmaster í Klaksvík og Treystinum nummar tvey.