Í svarskrivið til Heilsmálaráðið skrivað Lands- og Suðuroyar Sjúkrahús at ein avleiðing av at man sentraliserar føðingarnar á Landssjúkrahúsinum verður at komandi árini kann roknast við at fleiri føroyingar fara at velja at eiga heima, eins og trendurin hevur verið í londunum kring okkum, samstundis verða útreiðslurnar til ljósmøðurnar á SS varðveittar, meðan fleiri starvsfólk og íløgur skulu gerast á LS.
Í svarskrivið til Heilsmálaráðið skrivað Lands- og Suðuroyar Sjúkrahús at ein avleiðing av at man sentraliserar føðingarnar á Landssjúkrahúsinum verður at komandi árini kann roknast við at fleiri føroyingar fara at velja at eiga heima, eins og trendurin hevur verið í londunum kring okkum, samstundis verð útreiðslurnar til ljósmøðurnar á SS varðveittar, meðan fleiri starvsfólk og íløgur skulu gerast á LS.
Tað varð leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið, sum tók stig til at niðurleggja føðideildina á sjúkrahúsinum, vísandi til at trengri fíggjarkarmar hjá Suðuroyar Sjúkrahúsið seinastu mongu árini hevði lækka støði á tilbúgvingini á Sjúkrahúsinum.
Í skjalatilfari, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, verður vísttil at læknastørvini á SS í stóran mun í dag eru mannaði av avloysarum, sum kenna seg ótryggar við føðideildina tí hesir avloysarar ofta hava lítlar og ongar royndir við keisarskurði o.ø….
Mælt varð tí til at niðurleggja føðideildina, men at varðveita somu ljósmøðraskipan og tí er fíggjarliga avleiðingin fyri Suðuroyar Sjúkrahús útreiðslu neutral.
Landsjúkrahúsið, vísir á at neyðugt verður við fleiri starvsfólkum, samstundis sum íløgur mugu gerast í umstøður til gisting og annað hjá barnakonum, meðan tey eru í Havn.
Samstundis verður víst til at føroyska heilsuverkið kann roknað við at talið á heimaføðingum fer at vaksa munandi komandi árini, sum í grannalondunum, tí tað gerst truplari og longri hjá barnakonum at ferðast til og frá føðideildini, samstundis sum barnakonurnar skulu hava eitt familju- og arbeiðslív.
Meira um niðurleggingina av føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsið og sentraliseringina av føroyska heilsuverkinum seinri
LES EISINI: Fíggjarligar orsøkir orsøk til at føðideild varð niðurløgd




