Líka so leingi sum eg havi ávirkan í politikki, líka so leingi fari eg berjast fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Líka so leingi sum eg havi ávirkan í politikki, líka so leingi fari eg berjast fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað er samtykt, at vit skulu hava 3 sjúkrahús íFøroyum, og tað skulu vit fyrihalda okkum til. Tað er tí sera umráðandi, at tey3 sjúkrahúsini fáast at virka optimalt.
Umráðandi og avgerandi er, at tey hava eitt gottsamstarv. Soleiðis fær sjúklingurin bestu viðgerð og røkt. Klaksvíkar Sjúkrahús ereitt vælvirkandi og slóðbrótandi sjúkrahús. Nógvar nýggjar viðgerðir her álandi, sóu á fyrsta sinni ljós áKlaksvíkar Sjúkrahúsi.
Sjúklingurin hevur altíð verið í fokus, og hetta vísasjúklinganøgdsemiskanningar. Í so máta er onki nýtt undir sólini. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur sjúklingurin altíðverið í miðdeplinum. Vænti, tað sama ger seg galdandi á hinum báðumsjúkrahúsunum eisini.
Klaksvíkar Sjúkrahús skal varðveitast
Klaksvíkar Sjúkrahús skal mennast og fáast at virkaenn betur. Fleiri avbjóðingar til starvsfólkini skulu á breddan. Hetta skal gerast í tøttum samstarvi á jøvnumføti við hini sjúkrahúsini.
Kanningar aðrastaðni vísa, at størst er ikki altíðbest, og flest ikki altíð best.
Planlagdar viðgerðir
Planlagdar viðgerðir av ymsum slagi kundu hóskandiverið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Dugi ikki at síggja, at nakað skuldi verið ívegin fyri tí.
Møguliga kundi onkur gransking eisini verið á sjúkrahúsinum.
Nógvar avbjóðingar fyri framman
Enn eru nógvar avbjóðingar, sum greiða skal fáast á.Vit skulu tí sum skjótast orða ein heilsupolitikk fyri alt tað føroyskaheilsuverkið. Hetta skal verða grundarsteinurin, sum skal leggja lunnar undir okkara framtíðar heilsuverk.
Kegl og stríð má leggjast til viks. Vit mugu hugsa umheildina í samlaða føroyska heilsuverkinum. Samstarv er lyklaorðið.
Greiða skal fáast á, hvørjar tænastur vit skulu bjóðaokkara borgarum og hvar. Um tað er best fyri sjúklingin at blíva senduruttanlands til viðgerð, so skal hann tað.
Fólk við serkunnleika og onnur fakfólk frá øllumtrimum sjúkrahúsunum eiga at seta seg saman beinanvegin. Tey skulu loysaavbjóðingina, hvussu vit brúka tey 3 sjúkrahúsini rætt. Sjúklingurin skal altíðverða í miðdeplinum.
1870 tænastan
1870 tænastan hevur síni lýtir og vansar og eigur atendurskoðast. Vit skulu finna útav, hvat kann gerast betur.
Sum skilst, er 1870-vaktin ofta ovbyrjað. Eitt hugskotkundi tí verið at havt 2 x 1870 vaktir. Eina á Landssjúkrahúsinum og eina á KlaksvíkarSjúkrahúsi. Hetta havi eg áður verið inni á. Bíðitíðin hjá sjúklingunum ogavvarðandi vildi blivið stytt, og koyritíðin hjá vaktlæknunum somuleiðis. Viðhesum fekk sjúklingurin eina betri tænastu. Sjúklinginum skal altíð tryggjastbestu viðgerðina. Viðhvørt er skjót hjálp dupult hjálp.
Fólkaflokkurin vil vera við til at menna og optimeraføroyska heilsuverkið. Vit vilja vera við til taka avgerð um, hvørjarfunktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur og valevni til løgtingsvalið




