“Hamrana sang og fjallana kvæði, hoyra bert tey, ið hæddirnar søkja”, plagar Djóni Kunoy at taka til. Hetta sigur hann av mongum góðum royndum og fyri at eggja fólki til at fara við niðan frá ein góðan túr eftir fjøllunum – ivist ikki í, at hann hevur rætt!.
“Hamrana sang og fjallana kvæði, hoyra bert tey, ið hæddirnar søkja”, plagar Djóni Kunoy at taka til. Hetta sigur hann av mongum góðum royndum og fyri at eggja fólki til at fara við niðan frá ein góðan túr eftir fjøllunum – ivist ikki í, at hann hevur rætt!.
Tó ger okkara starvstíð ofta, at skjótari, lættari og ókakaleysari er at støkka inn á gólvið í onkari av mongu venjingarhallunum. Og so hevur verið í Heilsuvikuni, sum fólki rættiliga hava tikið til sín.
Fyrireikarnir fegnast stórliga um, at fleiri av tiltøkunum, Heilsuvikan hevur bjóðað, hava verið rættiliga væl vitjað. Hjá FullPower hava eini 30, nakað tað sama í Íðka og til Badminton hava nærri 40 fólk vitjað, sum ikki hava verið við fyrr.
Fimleikarafelagið hevði eina venjing í Badmintonhøllini í gjár, har tað vitjaðu eini 60 fólkum, har størsti parturin ikki hevði verið við fyrr.
Sama verður sagt frá Svimjihøllin, sum hevur verið ókeypis í Heilsuvinuni – tó ikki leygardagin. Tað hevur eisini verið betri til tiltøkini hjá Treysti. Vit vóru eisini við til eina venjing hjá FullPower í gjárkvøldið, har hópin av nýggjum andlitum vóru at síggja.
So ein ávegis metan má vera, at tiltakið – Heilsuvikan ´13 – hevur borið frukt. Eitt av endamálunum við Heilsuvikuni var at fáa fólk, sum vanliga ikki eru virkin í onkrari venjin, at royna onkur av tilboðunum, so tey kanska halda fram. Eisini tí eru øll tilboðini ókeypis. Og ikki kann sigast annað enn, at rættiliga nógva hava tikið tilboðini til sín, sum er at fegnast um.
Í dag møttu vit t.d. øllum starvsfólkunum hjá BankNordik í Klaksvík til gongu. Tey høvdu tikið boðskapin í Heilsuvikuni til sín um at røra seg, og høvdu gingið sær ein góðan túr við stjóranum á odda, fingið sær ein lítlan kaffimunn hjá Jórun og so gingið aftur til arbeiðis, áðrenn dyrnar vórðu lætnar upp.
Vit hittu eisini stjóran á Posta, Joel undir Leitinum, sum kagaði í skránna fyri heilsuvikuna. Hann var hugtikin av henni og fekk brell at royna okkurt av mongu tilboðunum.
Í kvøld hava Jóhanna á Tjaldrafløtti og Magnus Norðberg fyrilestur í Skúlanum við Ósánna kl. 19.30 um týdningin av kosti og venjingum – Annars er nógv eftir av skránni fyri heilsuvikuna, sum hevur eitt endabrak í Badmintonhøllini leygardagin kl 16.
Skrá: www.klaksvik.fo
Hósdagur 2. mai
15.00 – 20.00 Svimjihøllin – ókeypis! (Børn og vaksin)
19.00 – 21.00 Kajakvenjing – í Svimjihøllin ókeypis
19.00 – 21.00 Kavaraskeið – í Svimjihøllin ókeypis
18.00 – 20.00 Badminton – í Badminonhøllini ókeypis
18.00 – 19.30 Treysti – løtt útivenjing ókeypis
18.00 – 20.00 Íðka ókeypis
19.00 Atlantis filmur: Supersize me – ókeypis!
19.30 Heilsuvikan – fyrilstur
Skúlin við Ósánna
Jóhanna á Tjaldrafløtti og Magnus Norðberg
– fyrilestur um kost og venjing
Kaffi og prát aftaná
Fríggjadagur 3. mai
15.00 – 20.00 Svimjihøllin – Ókeypis svimjing (Børn og vaksin)
16.00 – 17.00 Treysti – børn í Badmintonhøllini ókeypis
17.00 – 18.00 Treysti – vaksin í Badmintonhøllini vaksin
18.00 – 20.00 Íðka ókeypis
18.00 – 20.00 Badminton – í Badminonhøllini ókeypis




