Øll, bæði norðoyingar og vitjandi fáa eina aktiva og heilsugóða uppliving, sum vitja heilsuvikuna í Klaksvík nú hon verður sett í kvøld. Jógvan Skorheim, Pál Weihe, Hallur Joensen, Livar Nysted eru á skránni og harafturat eru ríkiligir møguleikar fyri kropsligari venjing.
Heilsuvika í Klaksvík ´13
Øll eru vælkomin at vera við, men kanska verður serliga heitt á tey, ið ikki vanliga eru við í onkrari skipaðari kropsligari rørslu, um at vera við, tí øll tiltøkini eru ókeypis.
Eitt nú er ókeypis at svimja í heilsuvikuni, har svimjihøllin eisini bjóðar hópin av ymiskum tiltøkum sum økukapping, venda kajakkum, høgguslokkurin vitjar, kavaraskeið o.a. Eisini bjóða FullPower, Íðka, Badmintonfelagið, Klaksvíkar Fimleikarafelag o.o. ávísar ókeypis venjingartímar.
verður sett í kvøld kl. 19.30 – í Skúlin við Ósánna· Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Kristian Eli Zachariassen form. í Heilsunevndini bjóða vælkomin.
· Pál Weihe, yvirlækni – Fólkaheilsuráðið, setur heilsuvikuna
· Hallur Joensen syngur og spælir
· Livar Nysted greiður frá um ferðina um suður Atlantshavið
· Aftaná verður Kaffi & Prát
Heilsuvika í Klaksvík
Heilsunevndin
| Týsdag 30. apríl |
15.00 – 20.00 Svimjihøllin – ókeypis! (Børn og vaksin)
17.00 – 18.00 FullPower – í Vaskarínum ókeypis
17.00 – 18.00 Treysti – børn í Badmintonhøllini ókeypis 18.00 – 19.00 Treysti – vaksin í Badmintonhøllini ókeypis 18.00 – 20.00 Íðka ókeypis
19.00 – 21.00 Flogbóltur í Badmintonhøllini (ókeypis at íðka flogbólt)
(Sí skránna fyri Heilsuvikuna)




