Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilt fantastiskt Føroyar

John William Joensen

Hetta var júst tað vit høvdu brúk fyri og eg trúgvi uppá at vit fáa gott úrlit í kvøld, sigur Allan Mørkøre um dystin móti ITALIA og nú Skotland

Allan Mørkøre er sera væl nøgdur við dystin móti ITALIA.
– Hatta var heilt fantastiskt – tað var ein sonn fragd at vera til dystin á Tórsvølli og tað er eingin ivi um at føroyskur landsliðsfótbóltur hevði brúk fyri hesum júst nú.
– Vit hava tó ikki megnað at fingið stig enn, men eg haldi at tað verður trupult hjá Føroyum at fáa stig tá vit hugsað um londini sum vit kappast ímóti.
– Eg haldi at landsliðsvenjarin hevur verið óheppin í lutakastinum og tí verður tað trupult hjá honum at vinna stig, men hann hevur so fingið Føroyar aftur á røttu kósina.

Italia
– Vit vístu enn einaferð at vit kunnu spæla fótbólt og tað var stuttligt at síggja at vit allan dytin royndu at spæla bólt við eini miðvísari ætlan. Tá vit so brúktu langar bóltar var tað eisini í lagið.
– Serliga haldi eg at uppspælið á miðjuna riggaði væl og menn tordu at halda uppá bóltin og bjóða til móti heimsmeistarunum.
– Vit vóru ágrítnir í trýstinum fyri at vinna bóltin og tá vit so vunnu bóltin brúktu vit hann fornuftiga og megnaðu at fáa spælið at glíða.
– Tá hugsað verður um hvussu vánaligur vøllurin var – fegnist eg enn meira um at vit só so fantastiskt fótbóltsspæl frá føroyskar síðu.
– Málini vóru kanska eitt sindur óheppin men hinvegin er tað sera trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at halda heimsmeistarunum burtur frá málmøguleikum í 90 minuttir.
– Eg haldi at Mikkjal og Súni vóru bestir á føroyska liðnum og eisini Christian Holst og Símun gjørdu tað gott.
– Rógvi er fantastiskur fyri tíðina og hann vann allar luftbóltarnar og skoraði eitt fantastiskt mál.
– Hinvegin mugu vit siga at Andrew og Jákup á Borg høvdu ein ringa dag.

Skotland
– Dysturin móti Skotlandi er ein heilt annar dystur, men vit mugu royna at byggja uppá alt tað góða sum vit skaptu ímóti Italia.
– Hóast Skotland spælir eitt heilt annað slag av fótbólti so trúgvi eg uppá eitt gott úrslit.
– Eg haldi at landsliðsvenjarin eigur at starta við tí liðnum, sum endaði dystin móti Italia.
– Hjálgrím Elttør er stórspælandi í heimligu kappingini og tí rokni eg við at landsliðsvenjarin ikki ivast í at seta hann inn um tað skuldi verið neyðugt.