Jakku Guttesen, ein av manningini umborð á Drekanum Reyða, sigur, at teir ikki ynskja at gera ein ”Eysturoying 2003” í morgin.
Eftir róðurin á Vestanstevnu spurdi KVF Jakku Guttesen, ein av rógvarunum umborð á Drekanum Reyða, um, hvussu tað fór at kennast, um nú Klaksvíkingur bjóðaði av á ólavsøku.
– Vit gita at teir eru farnir umborð á Klaksvíking at venja sum svakir. Men teir mugu bara koma, vit eru klárir.
KVF: Um tað nú skuldi hent, at Drekin Reyði ikki vinnur á ólavsøku, nú tit hava vunnið allar hinar stevnurnar, hevði tað so verið heilt forferduligt, svarar rógvarin á Drekanum Reyða:
– Ja so hevði tað verið heilt forferduligt. Tað er heilt sikkurt. Eg róði við Nólsoyinginum í 2003 og tá vunnu vit á ólavsøku og eg minnist, hvussu andlitini á eysturoyingunum sóu út tá og tað sá ikki stuttligt út hjá teimum. Og tað vil eg helst sleppa at umganga at uppliva, so vit gera alt tað vit kunnu fyri at vinna, svaraði Jakku Guttesen.




