Heimaflotin, sum frammanundan er ringast fyri, kemur katastrofalt illa burtur úr fiskivinnunýskipanini
Heimaflotin, sum frammanundan er ringast fyri, kemurkatastrofalt illa burtur úr fiskivinnunýskipanini
Sum eg fyrr havi nevnt, hevur fiskivinnunýskipanin við sær, at JFK missirumleið 30 % av sínum rættindum í Barentshavinum.
Hetta fer sjálvandi at hava við sær, at tað verður munandi tyngri at stuðlaupp undir alt annað virksemi, sum vit eru partur av her í Norðoyggjum.
Vit, sum búgva í Norðoyggjum, vita, at virksemið á Kósa-virkinum, sum varðbygt í 1965, altíð hevur verið tætt knýtt at fiskiskapinum á fjarleiðum, og ertað framvegis.
Sum steinur oman á byrðu, kemur fiskivinnunýskipanin sera illa við hjáheimaflotanum, og hetta ávirkar sjálvandi virksemið á landi.
Uppboðssøla fyri heimaflotan
Uppskotið leggur upp til, at veiða oman fyri ávísa nøgd skal á uppboðssølu.Mørkini eru:
– Toskur:10.000 tons
– Hýsa: 5.000tons
– Upsi: 40.000tons
Fyri tosk og hýsu er hetta ávikavist umleið 35-45 % av miðalveiðuniseinastu nógvu árini, tvs at hámarkið er alt ov lágt eftir okkara tykki.
Miðalveiðan av toski hevur verið umleið 22.000 tons og av hýsu umleið15.000 tons. Einki átti at farið á uppboðssølu, fyrr enn hesi mørkini vórunádd.
Ásetingin av upsanum er áleið við miðalveiðuna, men kundi kanska verið eittsindur hægri
Sum uppskotið nú er orðað, verður alt omanfyri nevndu mørk selt áuppboðssølu so hvørt kvoturnar fara at vaksa aftur upp ímóti miðalveiðuni.
Tann automatiska niðurlaðingin, sum er inni í uppskotinum ger, at tað sumfyrst er farið á uppboðssølu einaferð, kemur ikki aftur til verandi skip, menverður framhaldandi selt, eisini tá kvoturnar seinni fara at minka. Hendanskipanin fer at hava við sær at tað einasta sum er sikkurt er, at skipini yvirtíð missa øll verandi rættindi.
Frá fiskidagaskipan til kvotaskipan
Ein annar táttur í nýggju skipanini er at fara frá fiskidøgum til kvotur. Fiskidagaskipaninhevur verið galdandi í 21 ár, og eg havi enn ikki hitt ein skipara, sum ynskirkvotuskipan í staðin fyri fiskidagaskipan.
Umrokningin frá døgum til kvotu er eisini púra burturvið og heiltóskiljandi. Tann einasti rímuligi hátturin at umrokna eftir, hevði verið atbýtt samlaðu tonsini við samlaða talinum av døgunum. Alt annað er næstan atsamanlíkna við at lóggeva afturvirkandi, tí farið verður fimm ár aftur í tíðinaí sambandi við umrokningina til eina heilt nýggja skipan, sum eingin frammanundan hevur kunnað roknað við.
Í uppskotinum verða teir dagar, sum skipini eiga, vektaðir við 25 %, meðanfiskiskapurin seinastu fimm árini við Føroyar verður vektaður við 75 %. Hetta ger,at teir, sum hava útvegað sær dagar fyri at framtíðartryggja sítt virksemi, verðarevsaðir alt ov hart. Nógvir av teimum, sum hava havt nógvar dagar, hava harafturat latið dagar til aðrar at fiska. Hetta rakar dupult, tí teir, sum hava læntdagar, fáa 75 % av fiskiskapinum í sín part, meðan teir sum læntu út bert fáa25 % í sín kvotapart.
Ein annar stórur trupulleiki er, at tey skip, sum sjálvi hava útvegað særrættindi, eitt nú í Grønlandi frá grønlenskum feløgum, verða nú revsað, tí teyikki fáa rættindi undir Føroyum, orsakað av at skipini ikki hava fiskað undirFøroyum. Sum dømi kunnu nevnast Kambur, Klakkur, Ågot, Sandshavið og Eivind.Hesi skip hava við at útvega sær egin rættindi aðrastaðni, kanska verið frægasttil at minka trýstið á grunnarnar undir Føroyum, og verða nú revsaði.
Um kvoturnar fyri árið 2018 verða settar til tað sama, sum varð fiskað í2016, merkir hetta eina afturgongd upp á umleið 700 tons í mun til tað, sumskipini, sum eru knýtt at Kósini, fiskaðu í 2016. Sí talvuna niðanfyri. Stórstaminkingin er í uppsanum, sum er umleið 600 tons, meðan toskurin minkar umleið140 tons. Svartkalvin veksur eitt sindur, men hetta er fiskur, sum undanfarinár ikki er viðgjørdur á Kósini.
Niðanfyri er talva uppsett fyri skipini, sum eru knýtt at Kósini:
|
|
|
|
Fiskaslag |
Munur |
|
Toskur |
-144 |
|
Hýsa |
-16 |
|
Upsi |
-605 |
|
Kongafiskur |
20 |
|
Longa |
-19 |
|
Brosma |
3 |
|
Havtaska |
0 |
|
Svartkalvi |
65 |
|
|
|
|
|
-696 |
|
|
|
Tað er ymist hvussu uppskotið rakar einstøku skipini – alt eftir hvar tey hava fiskað. Sum dømi kann nevnast Pison:
|
|
Pison |
|
||
|
Fiskaslag |
2018 |
2016 |
Munur |
|
|
Toskur |
55 |
116 |
-61 |
|
|
Hýsa |
36 |
74 |
-38 |
|
|
Upsi |
6 |
13 |
-7 |
|
|
Kongafiskur |
1 |
2 |
-1 |
|
|
Longa |
123 |
205 |
-82 |
|
|
Brosma |
44 |
64 |
-20 |
|
|
Havtaska |
1 |
1 |
0 |
|
|
Svartkalvi |
18 |
52 |
-34 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
284 |
527 |
-243 |
|
|
|
|
|
|
|
Pison er skip, sum varð keypt í desember 2016 av Eyðsteini Sørensen ogfleiri. Hesir eiga meirlutan av felagnum, og Kósin eigur minna partin.Endamálið hjá Eyðsteini og teimum var at gerast partur av føroyskufiskivinnuni, men hetta sær út til at blíva ein stokkut gleði, tí uppskotiðsetur teimum forðingar fyri hesum.
Við nevnda grundarlagið, minkar kvotan hjá Pison við 46% – frá 527 tonsumtil 284 tons.
Eg fari at heita á Vinnunevndina at broyta uppskotið til ikki at fara frádøgum til kvotur. Um farið verður til kvotur, eigur umrokningin bert at takahædd fyri fiskidøgunum. Tað er tann skipan, sum hevur verið galdandi og summenn hava kunnað roknað við frammanundan.
Øll, sum hava fylgt við kjakinum um fiskivinnunýskipanina, og sum havalisið okkurt av tí, sum eg havi roynt at ført fram, vita at eg eri imótiuppboðssølu av rættindum. Við uppboðssøluni verður fiskivinnan sett munandiverri enn aðrar vinnur, og tað fer at hava við sær minni inntøkur til landskassan.Hví tað er so, havi eg fyrr roynt at greitt frá í einum brævi beinleiðis tilløgtingsfólk. Hetta brævið kann lesast á heimasíðu okkrara, Jfk.fo.
Tí vónaði eg, tá løgtingsfólk fóru suður á Seglhúsloftið at samráðast umeina endaliga loysn, at hendan fór at verða fyri allan flotan, men so varðikki.
Tann parturin av flotanum – heimaflotin -, sum var og er ringast fyri, fekkongar fyrimunir burturúr tí semju, sum varð gjørd, meðan uppisjóvarflotin fekkí posa og sekk.
Tí er tað eisini mín áheitan til vinnunevndina og Løgtingið, at lataheimaflotan og restina av flotanum fáa somu sømdur sum uppisjóvarflotin fekk áSeglhúsloftinum, tvs. at sleppa automatisku niðurreguleringini og at lataútgangsstøðið á uppboðssøluni verða munandi hægri og í minsta lagi áleiðmiðalveiðuna seinastu árini.
Klaksvík, hin 7. juni 2017
Hanus Hansen




