Formaðurin í pedagogfelagnum er komin framm við nøkrum sera óhugnaligum útmeldingum herfyri, tí onkur legði framm eitt uppskot, sum gav eina samsýning til heimagangandi foreldur. Millum annað var sagt:
“Dagstovnar eru partar av samfelagnum og er tað eitt neyðugt stað hjá børnum at vera í.”
“- og tíðin er farin frá at vera heimagangandi”
Eg vil hervið gera vart við, at veruleikin er nógv meiri fjølbroyttur enn formaðurin í pedagogfelagnum vil vera við. Tað er rætt at vit mugu taka atlit til barnsins besta, men hvør veit, hvat er best fyri tað einkulta barnið?
Formenn í pedagogfeløgum arbeiða fyrst og fremst fyri limir teirra, at teir millum annað fáa betri løn, betri treytir og betur arbeiðsumstøður.
Foreldur hava einki annað enn barnsins besta fyri eyga og tí er tað í vanligum umstøðum foreldini, sum vita best, um barnið skal vaksa upp heima ella á einum stovni.
Tað kunnu vera nógvar grundir til, at man ynskir at hava børnini heima. Hettar er eitt gott val, ið hevur staðið tíðarinnar roynd. Hettar hava foreldur valt sum fyrsta val ígjøgnum øldir og er hettar roynt í øllum londum og mentanum til allar tíðir við sera góðum langtíðarúrslitum.
Man fær brúkt meir tíð saman við sínum egna barnið og kann veruliga koma at kenna tað betur. Dagurin er ikki so stressaður og man fær betur tikið atlit til einkulta barnið. Grundirnar eru nógvar til at hava børnini heima fyrstu árini, líka sum grundirnar at koyra barnið á stovn eru nógvar.
Tíðin er ikki farin frá at vera heimagangandi, tað er vorðið alt meiri vanligt til dømis í Danmark, at enntá vælútbúgvin fólk seta 3-5 ár av til børnini, har mamman ella pápin gongur heima (hettar framgongur sera væl á t.d. www.hjemmeunger.dk, sum fáa fleiri og fleiri limir). Tíðin er komin hjá øllum foreldrum at spyrja hvat veruliga er best fyri børnini. Fyri nøkur er tað nokk best at senda tey á stovn, men fyri onnur er tað best at vera heimagangandi nøkur ár, tá børnini hava mest brúk fyri sær. Valið hevði verið lættari, hevði stuðulin til at havt børnini heima, verið tann sami sum tá tey fara á stovn. Um so stuðulin var ein brotpartur av stuðulinum, sum stovnar fáa frá kommuni til hvørt barnið, hevði hettar verið ein góð hjálp og givið meir javnrættindi, tí peningurin fylgdi barninum.
”Heimagangandi” er hart arbeiðið, líka sum tað er hart arbeiði at vera pedagog og dagrøktarmamma. Ofta hava fólk hug at niðurgera heimagangandi mammur við tað at tær “bara” eru heimagangandi, men gloyma at arbeiðsbyrðan er ofta tann sama og enntá ofta meir enn hjá einum pedagogi ella dagrøktarmammu. Hettar sæst sera væl, tá man gongur ein túr við sínum 5 børnum undir skúlaaldur og møtir eini dagrøktarmammu við 4 børnum.
Eingin eigur at ganga við ringari samvitsku við at vera heima hjá barninum fyrstu árini.
Tað sosiala virkar eisini fínt sum heimagangandi. Í býnum vit búgva í eru fleiri heimagangandi mammur og møtast hesar ofta, har børnini spæla saman, ímeðan mammurnar práta. Í Føroyum har familjan telur sera nógv er eisini ofta ein omma ella abbi man kann vitja, ella enntá eitt syskinabarn.
Um man veruliga vil tað besta fyri familjuna eigur hvør familja at hugsa um, hvat er best fyri sítt barn, um tað er at koyra tað á stovn ella at velja sjálvi at passa barnið. Bæði kunnu vera góðar loysnir, tó gevur sum nú er bert annað rætt til fíggjarligan stuðul. Hettar kann man sjálvandi hugsa um, tá man velur næsta val.
Markus Hvannastein




