Kirkjuliga Heimamissiónin er nú klár við trimum nýggjum heimasíðum:
Kirkjuliga Heimamissiónin er nú klár við trimum nýggjum heimasíðum:
Høvuðssíðan, www.mission.fo, gevur eitt yvirlit yvir Kirkjuligu Heimamissiónina og fjøltáttaða arbeiði hennara. Heimasíðan skal innihalda alla neyðuga kunning um, hvør Heimamissiónin er og hvørjum hon stendur fyri.
www.trubodin.fo er heimasíðan hjá Trúboðanum, har til ber at lesa nýggjastu tíðindini, bæði frá Heimamissiónini og øðrum andligum arbeiði, í Føroyum og úti í heimi. Eisini er andakt og aðrar uppbyggjandi greinar.
Eisini Leguhúsið í Nesvík hevur fingið sína egnu heimasíðu, www.nesvik.fo. Har verður kunnað um mongu møguleikarnar at nýta Leguhúsið, brúkarin fær alla praktiska kunning og skjótt verður møguligt at bíleggja húsið online. Eisini verður kunnað um legur og onnur tiltøk, sum ein eisini kann tekna seg til online.
Vitja heimasíðurnar á:




