Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimamissiónini hevur Ársmøti í Nesvík

Oliver Joensen

Evnið á Ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verður frá 3. – 6. mai í Nesvík, er “Við Meistarans føtur”.

Á skránni eru millum annað møti, gudstænastur, orðaskifti, nógvur sangur eins og tiltøk fyri allar aldursbólkar Byrjað verður hóskvøld, og hildið verður á til sunnukvøld. Møti vera øll kvøld klokkan 19:30, tó sunnukvøld klokkan 18. 
Fyrsta kvøldið er sangmøti, har millum annað Magni Christiansen fer at framføra. Talara á kvøldmøtunum eru Niels Jacob Nielsen, Petur Martin Glerfoss og Heri Tróndheim. 
Umframt kvøldmøti vera eisini fleiri onnur tiltøk um dagarnar. Dýra biðidag seinnapart verður til dømis ein palborðsfundur um samleikaskjalið hjá Heimamissiónini. 
Pallborðsfundurin hevur heitið: Samleikaskjalið – frælsi og bindingar og fer at snúgva seg um, hvat staðbundnu missiónsarbeiðini og landsarbeiðið vilja binda hvønn annan til, og hvar tey vilja geva hvørjum øðrum frælsi. 

Leygarmorgunin verða staðbundnu missiónsarbeiðini viðgjørd. Hvat gongur væl í staðbundnu arbeiðunum, og hvat er ein stór avbjóðing? 

Tríggir stýrislimir frá staðbundnum missiónsarbeiðum ymsastaðni úr landinum hava hvør sítt upplegg. Síðan verður orðaskifti. Eftir døgurða vera frágreiðingar og viðgerð av landsarbeiðinum og Heimamissiónini sum heild. 

Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini, fer tá at hava sína fyrstu formansfrágreiðing. Her verður eisini høvi at tosa um verandi støðu og framtíðina fyri Heimamissiónina. Annars vera tiltøk fyri børn allar dagarnar. 

Ein barnaskrá er gjørd, har nógv áhugavert er á skránni. 

Tiltøk vera eisini fyri ung. Millum annað er sangur og café við livandi tónleiki. 

Øll tiltøkini á Ársmøtinum eru almenn.

Harleyfacadeacryl