Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimavøllurin skal bera Føroyar á mál

Jákup Ósá

Landsdystur í Nations League verður hóskvøldið.

Fsf.fo skrivar: Klokkan 19:45 komandi hósdag skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla triðja dystin í UEFA Nations League. Hópurin kom saman mánadagin, og í fyrsta umfari er fult fokus á fyrireikingarnar á dystin móti Aserbadjan, áðrenn vit sunnudagin skulu takast við Kosovo.

 

Undan venjingini fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljormur Davidsen, sum ætlar sær øll trý stigini hósdagin, og aftur trý stig sunnudagin. Viljormur greiður eisini frá tí sum hendi í umklæðingarrúminum beint aftaná reyða kortið, sum hann fekk í seinasta Superligadystinum fyri Vejle.

 

Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF.fo. Í løtuni eru umleið 500 atgongumerki eftir til dystin móti Aserbadjan. Pláss er fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin.