Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimferð

Óli Olsen

Á bógnum tykist standa FD 371, og í so fall er tað sluppin Mazeppa úr Fuglafirði. Hon royndist fuglfirðingum drúgv. Mazeppa var, sum skilst, smíðað í Rostock og tók um 500 skippund.

Heysið mesan og stórsegl!

Nú heim eg sigla vil.

Á gronina størsta klyvar,

og setið breiðfokku til!

Stýrismaður til róður,

tak stýrisvøl í hond!

So sigla vit gjøgnum sundið

Frá flatlands grønu strond.

Soleiðis yrkir kenda skaldið, Hans Andrias Djurhuus. Tá ið hann var skipsmaður, høvdu førini einans seglini at líta á – deyðsiglarar verða hesar sluppir ofta róptar.

Á bógnum tykist standa FD 371, og í so fall er tað sluppin Mazeppa úr Fuglafirði. Hon royndist fuglfirðingum drúgv. Mazeppa var, sum skilst, smíðað í Rostock og tók um 500 skippund.

(Mynd: Søvn landsins)

Óli Olsen

Harleywoodpaint