G! Festivalupresenterar í samstarvi við Norðurlandihúsið heimskenda violinistin NigelKennedy á konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 10. September.
Í meir enn 25 árhevur bretski violinleikari, Nigel Kennedy, verið viðurkendur sum ein avheimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki havablást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sumhevur selt mest í øllum heiminum – nakrantíð.
Tónleikur hansararøkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið. Samstørv hansara við JeffBeck, The Who og Kate Bush, sum hevur givið honum æruna fyri at breiðaklassiskan tónleik út til alt fólkið, hava givið tónleikinum í 21. øld nýggjaníblástur. George Martin sáli, legendariski framleiðarin hjá the Beatles, segðiNigel hava “gjørt meir enn nakar annar fyri at sameina rútmisku og klassiskutónlistaheimirnar”.
Nigel, sum ereins tryggur við Elgar og Duke Ellington, byrjaði í 90unum at broyta ímyndinaav klassiskum tónleiki við síni útgávu av Fýra Árstíðunum hjá Vivaldi. Við yvirtrimum milliónum eintøkum seldum, sló útgávan øll met. Stutt sagt hevur hannprógvað, at góður tónleikur er góður tónleikur!
Við ‘BACH hittirKENNEDY’, gongur Nigel Kennedy enn einaferð frammaundan, og bjóðar okkum einaskrá, har hann fagnar tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Verk hjá Bachverða sett saman við hansara egnu jazzutu útgávum við gittari, trummum ogkontrabassi, og soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferðfrá barokki til nútímans tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi,keltiskum tónleiki, fólkatónleiki og rokki.
Tað er ein stór æra ogfragd at bjóða føroyingum Nigel Kennedy. Atgongumerkjasølan byrjar týsdagin 22.mars á Nlh.fo




