Dagbladet.no sigur, at eitt fiskavirki í Båtsfjørðinum hevur fingið ein tosk frá bátinum Birgerson, sum vigaði 46 kilo kruvdur. Menn meta hann at hava viga umleið 56 kg við gørnum.
Hetta er kanska heimsins størsti toskur. Hann var avreiddur fyri vanliga prís og bleiv útfluttur til Belgia, men nú viljanorskir granskarar hava fatur á høvdinum aftur, tí teir hava áhuga í at staðfesta, hvussu gamalur toskurin er. Roknað verður við, at hann væl kann vera ímillum 40 og 50 ára gamal.
Møguliga í Brussel
Tað er ikki ómøguligt, halda normenn, at stóri toskurin endar sum stór atraktión á tí europeisku Seafood-messuni í Brussel, sum byrjaði ídag týsdagin.
Blaðið Finnmarken hevur leitað eitt sindur fyri at finna útav um hesin toskurin uppá 46 kg kann vera heimsmet og sigur, at ein toskur var fingin í Gryllefjord í mars 2001 , sum vigaði 40 kilo og at ein annar skal vera fingin í Nordmæle í februar, sum vigaði 45 kg og so fram, eisini hava søgur gingið um ein tosk, sum ein trolari skal hava fingið onkuntíð, sum vigaði 55 kg, men hetta er ikki prógvfast og tí hevur hesin gubbin í Båtsfjørðinum kanska heimsmetið.




