Heilt nógv fólk vóru møtt upp uttanfyri hjá Naomi Cosmetics í morgun. Naomi Cosmetics hevur í dag lati upp við nýggjum heimskendum kosmetik merkjum, og tað sæst at vera falli í góða jørð.
Merkini sum talan er um eru bæði úr L.A. í California, og eru Smashbox og Glamglow.
Rói Clementsen stjóri í Naomi Cosmetics sigur at tað er sera torført at fáa tey heilt stóru kosmetik merkini hendan vegin, tá tey seta rættuliga stór krøv. Men í dag eru vit sera errin, og stolt av at kunna bjóða føroyingum nøkur av teimun heilt stóru high-end merkinum.
Í samband við upplatingardagin bjóðar Naomi Cosmetics lekkur jarðberð, og champange til øll sum koma á gátt. Tað má sigast at passa væl til veðrið í seinastuni.
Sí myndir frá í morgun.








