Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimskendir tónleikarar í Klaksvík

John William Joensen

Hálvan januar kemur heimskenda Michala Petri til Føroyar. Hesin einastandandi dugnaligi tónleikarin byrjaði at spæla blokfloytu sum bert 3 ára gomul og kenna vit hana frá nógvum sendingum í sjónvarpi.

Nú hava vit so høvi at hitta hana og við á ferðini er eisini maður hennara Lars Hannibal sum er kendur gittarleikari. Konsertfelagið boðar frá at tey fara at hava tvær konsertir í Føroyum. Eina í Norðurlandahúsinum í Tórshavn og hina í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Eitt gott jólagávuhugskot kundi verið at keypt fløgu við Michala Petri og á tann hátt hita upp til konsertirnar í januar. Fløgurnar fáast í Kiosk Vár og Elding.