Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsleiðarar undir trýsti

Helgi Abrahamsen

Árligi G7-fundurin millum leiðararnar í ríkastu londunum í heiminum verður settur í býnum Shima í Japan í dag. Flóttafólkakreppan og búskaparliga støðan eru evnini, ið leggja størst trýst á ríkis- og stjórnarleiðararnar, sum verða við á fundinum.

Japanski verturin, Shinzo Abe, forsætismálaráðharri, hevur stórar búskaparligar avbjóðingar at stríðast við, og val verður í Japan í juli. Hann vónar tí at fáa ítøkilig búskaparligt tiltøk sett í verk sum úrslit av fundinum, men tað kann gerast trupult.

Forsætismálaráðharrin er kendur fyri at føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk, men tað er ikki júst tað ið hóvar hinum luttakarunum á fundinum – serliga ikki Angelu Merkel. Hon hevur sitið í kanslarasessinum í meira enn tíggju ár, og avbjóðingarnar hjá henni eru størri enn nakrantíð orsaka av flóttafólkakreppuni. Hetta sæst eisini aftur á undirtøkuni, sum flokkur hennara, CDU, fær frá veljarunum.

Eisini hjá franska forsetanum, François Hollande, stendur eitt valstríð fyri framman, sum í ringasta føri kann syndra hansara Sosialistaflokk.

Stór mótmæli hava verið ímóti stjórnini, og høgravíðgongdi flokkurin Front National hevur fingið vind í seglini.

Bretski forsætismálaráðharrin, David Cameron er eisini í valstríði. Hjá honum er talan um eina fólkaatkvøðu um bretska limaskapin í ES. Sum støðan er í løtuni kann úrslitið á fólkaatkvøðuni bæði gerast eitt ja og eitt nei.

G7-fundurin í Japan varir í tveir dagar.