Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmetið bleiv staðfest

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

ÍF/Víkingur fylgdi leingi væl við, men seinasta korterið staðfestu KÍ kvinnurnar frammanfyri stóru áskoðarafjøldini, at tær eru besta liðið í Føroyum.

Tað merktist á áskoðarafjøldini, at hetta var meir enn ein vanligur dystur. Tí tað vóru fleiri áskoðarar enn vanligt til ein kvinnudyst. KÍ kvinnurnar kundu við sigri tryggja sær sítt 15. FM heitið á rað. Tað er heimsmet hjá kvinnum útfrá tí, sum er alment kent og í Europa er tað met fyri bæði kvinnur og menn. Áðrenn hava menninir hjá Skonto Riga vunnið 14 ferðir á rað.
Dysturin var leingi spennandi, tí tá eitt korter var eftir var støðan 3-2 til KÍ. Men so settu søguligu kvinnurnar ferð á og seinasta korterið skoraði KÍ ferðir ferðir, so endaliga støðan gjørdist 7-2. Rannvá B. Andreasen skoraði 3 mál og er harvið komin uppá 475 mál í 308 landskappingardystum í bestu kvinnudeildini. Maria K. Thomsen skoraði 2 mál og Malena Josephsen og Annika Ragna Petersen skoraðu 1 mál í part.
Myndirnar eru frá dystinum í dag. Stóra ”feiringin” fyri kvinnunum verður til seinasta landskappingardystin, sum verður 18. oktober móti B36 í Klaksvík.
Harleyfacadeacryl