Tað er einki minni enn ein stórhending tá fleirfaldi grammy vinnarin, Russ Taff, og gospelsangarinnan Lynda Randle sunnudagin hava konsert í KÍ-høllini í Klaksvík
Eisini verður høvið at hoyra kvartettina í Betesda syngja. Tað verður nevnuliga uppgávan hjá Steinbjørn, Árna, Gerhard og Oddmar at hita upp og fara teir vantandi at syngja einar 5-6 sangir.
Heimsstjørnur
Lynda Randle og Russ Taff eru tvey kend andlit í USA. Umframt at luttaka í teimum vælumtóktu Gaither Gospel Series, hava tey útgivið fleiri solofløgur. M.a. tulkar Lynda Randle meistarliga Mahaliu Jacksoná fløguni Tribute to Mahalial Jackson.
Russ Taff var limur í slóbrótandi amerikanska gospel bólkinum, The Imperials. Í hesum sambandi var hann í Føroym í 1989.
Atgongumerki til konsertina í KÍ-høllini sunnukvøldið eru at fáa í forsølu á Shellstøðini, Statoilstøðini og í Kiosk Vár.
Eisini verða atgongumerki seld við dyrnar 1 tíma áðrenn konsertina.
1998 vann hann Grammy virðislønina fyri solo fløguna The Apostle
1991 vann hann Grammy virðislønina fyri solo fløguna Under Their Influence
1983 vann hann Grammy virðisløninafyri solo fløguna Walls of Glass
1981, 1979 og 1977 vann hann Grammy virðisløn við bólkinum The Imperials
Harumframt hevur hann sjey ferðir verið í uppskotið til Grammy virðisløn.
Harafturat hevur hann fingið tað sokallaðu DOVE AWORDS heilar 10 ferðir




