Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimurin í dag

Helgi Abrahamsen

Hetta hava fjølmiðlarnir skrivað um í dag.

Í dag eru undanval til amerikanska forsetavalið í statunum California, New Jersey, North Dakota, South Dakota, Montana og New Mexico. Hjá Republikanarunum er eingin ivi um at Donalt Trump verður valevni og hjá Demokratunum er rættiliga vist, at Hillary Clinton verður valevni. Hon verður harvið fyrsta kvinna, ið verður valevni á einum forsetavali.

Framsøgumaðurin hjá danska Eindarlistanum í uttanríkismálum, Nikolaj Villumsen, mælir til, at Kristian Jensen, uttanríkismálaráðharri, fær avlýst ætlanina um, at Margreta drotning skal vitja turkiska forsetan Erdogan. Nikolaj Villumsen minnir á, at Erdogan er ein maður sum jagstrar kritiskar journalistar og rættarsøkir andstøðuna.

Bretska uttanríkismálaráðið ávarar í dag um yvirgang undir EM í Frankaríki. Endaspælið í EM byrjar fríggjadagin og sambært bretska uttanríkismálaráðnum eru leikvøllirnir í Frankaríki møgulig mál fyri yvirgangsatsóknum. Víst verður ikki á nakran ávísan vanda, men talan er meira um eina áheitan á fólk um at vera á varðhaldi á støðum har nógv fólk samlast.

Tveir jarðsjálvtar við styrkjunum 6,2 og 5,5 á Richterskalanum raktu í dag vesturstrondina á Meksiko. Ongar fráboðanir eru um skaðar.

Ein bilbumba í Istanbul hevur kostað 11 fólkum lívið. Fýra persónar, ið eru undir ilgruna fyri at hava verið við til at lagt bumbuna eru handtiknir.

Fyrrverandi italski forsetismálaráðharrin, Silvio Berlusconi, er innlagdur á sjúkrahús við hjartatrupulleikum. 79 ára gamli Berlusconi hevur havt pacemakara síðani hann var 70 ár.

Í Danmark hevur Statens Museum for Kunst broytt nøvnini á 14 listaverkum, soleiðis at orðini “nekari” og “hottentot” eru broytt til “afrikanari”. Hetta líkar ikki framsøgumanninum hjá Danska Fólkaflokkinum í mentamálum, Alex Ahrendtsen. “Tað er býtt. Tað er óvísundaligt, og tað er ósøguligt,” sigur hann og vísir á, at um vit skulu taka søguligar hendingar í álvara, so mugu vit vísa søguna sum hon veruliga var.

Tað er nú avgjørt, at dómur verður feldur í ríkisrættarmálinum móti brasilska forsetanum, Dilma Rousseff, tann 16. august, samstundis sum ítróttarfólk úr øllum heiminum verða í landinum til OL. Dilma Rousseff er ákærd fyri at hava pynta um fíggjarlógina fyri 2014.