Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini gleðir seg til at flyta norður í Ánirnar

John William Joensen

-Í løtuni eru skrúvan nullstillað – sigur Heini á Marknagili, sum harmast um at Lómur og Blikur ikki longur fara at sigla regluliga uppá Klaksvík.

Í samband við umleggingarnar hjá Faroe Ship í Klaksvík eru tvey fólk søgd úr starvið á deildini í Klaksvík. Talan er um eitt vaktarfólk og kend skrivstovudáma, sum hevur verið í starvið í 34 ár.

Heini harmast
Heini á Marknagili, sum byrjaði í starvið á skipafelagnum tann 1. januar 1985, er vorin ein ímynd av felagnum í Klaksvík og hann sigur at tað er svárt at lata skipini fara.
– Pakkhúsið hjá skipafelagnum var bygt í 68 og áðrenn tað var skipafelagið partur av konsernini hjá Kjølbro, so hendan rutan er rættuliga gomul.
– Tað er eingin ivi um at tað hevur dryppa á mong, at vit hava havt skip siglandi til norðoyggjar og tað er svárt at vit ikki longur fara at fáa regluliga sigling á Klaksvík. Faroe Ship hevur jú øllum kent gjørt stóra íløgu í flutningsfyritøku á landi og tá er náttúrligt at tey hjólini eisini fáa okkurt at flyta.
– Í hesi altjóðagerðingini henda ting, sum ein er noyddur at fyrihalda seg til. Eg havi sjálvandi eingi tøl at taka støðu til, men tað er eignin loyna at norðoyggjar hava staði fyri stórum parti av útfluttningi av fiski, og um hetta heldur sær, so gongur neyvan long tíð fyrr enn stóru farmaskipini leggja leiðina norður aftur til Klaksvíkar.

Trýr uppá framtíðina
Heini á Marknagili trýr fult og fast uppá at Klaksvík í framtíðini aftur verður farmahavn hjá Faroe Ship.
– Lómur og Blikur eru 30 ára gamlir og tað ganga ikki nógv ár afturat, so má støða takast til at fáa annað skip ístaðin.
– Innan farmaflutning gerast skipini bara størri og størri og tað sama kann vantast av avloysaranum fyri Blik og Lómur.
– Frá skaparans hond eru Ánirnar besta havnin í Føroyum og tí ivist eg onga løtu í at tey størri skipini fara heldur at velja Ánirnr enn eitt nú Tórshavn. 

Navigator fekk lessið at koppa
Heini á Marknagilið sigur, at arbeiði hjá teimum minkaði mundandi tá Atlantic Navigator gavst at sigla uppá Klaksvík.
– Atlantic Navigator gav okkum nógv arbeiði og tað at tann verkætlanin helt uppat var uttan iva viðvirkandi til at Faroe Ship ikki longur siglir á Klaksvík.
– Men JFK arbeiðir við at fáa nýtt skip inn fyri Navigator og reiðarríðið hjá Christian í Grótinum arbeiðir eisini við at byggja eitt stórt skip – so eg trýgvi at hetta fer at viðvirka til at góðshavnin í Ánunum verður sera áhugaverd í framtíðini.

Faroe Ship er partur av eini verkætlan at byggja eitt frysti- og goymsluhús í góðshavnini í Ánunum. Tann verkætlanin er komin væl aleiðis og í henni eru eisini JFK og Christian í Grótinum.