Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini Hanusarson metir um hondbóltskappingina

Jákup Ósá

Kjalnesslagið er sterkt í trúnni og ger, at ein úr hesum slagnum fær sítt gjøgnumbrot í ár, væntar Heini Hanusarson, sum er ein av bestu og mest vinnandi føroysku hondbóltsleikarunum í nýggjari tíð.

Heini Hanusarson hevur ikki leikt í fjør og ei heldur í ár. Hann er komin upp í árini, men var í fleiri ár millum landsins bestu leikarar, eins og hann er millum teir leikararnar, sum hava vunnið mest í nýggjari tíð. Norðlýsið hevur sett honum spurningar um, hvat hann væntar av hondbóltskappingini í ár. Hann væntar nógv av Kyndli, har m.a. beiggi hansara, Tummas Pauli Hanusarson, spælir.

Set stigatalvuna upp sum tú væntar hon verður í bestu kvinnudeildini?

1. VÍF

2. Kyndil

3. Neistin

Eg veit ov lítið um tilfeingið til at meta um hini liðini, so tí einki boð uppá nr. 4-7.

Steypavinnari: VÍF

Hví vinnur VÍF meistaraheitið hjá kvinnum?

VÍF hevur alt sum krevst. Góðan venjara, breiðan hóp, eldri royndar og yngri lovandi spælarar.

Hvør leikari fer at fáa sítt gjøgnumbrot í bestu kvinnudeildini?

Marianna Holm Jacobsen, VÍF, um hon er skaðafrí. Burturúr størsta talentið í føroyskum hondbólti seinastu mongu árini. Hon manglaði nakað av kynismu, seinast eg sá hana, men hon man hava lært, at tað krevst fyri at vinna – m.a. av avgerandi brotskastinum í steypakappingini í fjør.


Set stigatalvuna upp sum tú væntar hon verður í bestu mansdeildini?

1. Kyndil

2. H71

3. Neistin

4. VÍF

5. KÍF

6. Team Klaksvík

7. StÍF

Steypavinnari: Neistin

Hví vinnur Kyndil meistaraheitið hjá monnum?

Kyndil hevur tilfarið, og langt um leingi hava teir innsæð, at fysikkur er eitt must, um man ætlar sær allan vegin.

Neistin fær jaligan styrk heimaftur, og teir ungu hava seinastu árini víst, at teir koma. Vænti teir fara at býta frá sær. Teir ungu gávaðu útispælararnir, málmaðurin og eldru fyrimyndarligu ítróttarmenninir hava nú eisini allar møguleikar til tess við fulltíðarvenjara í sterkum og væl skipaðum felagi.

Hvør leikari fer at fáa sítt gjøgnumbrot í bestu mansdeildini?

Tummas Pauli Hanusarson, Kyndil, tí eg veit tað er í honum. Kjalnesslagið er sterkt í trúnni, og trúgvin er tað týdningarmesta – eisini í hondbólti – saman við fysikkinum, sum er á rættari kós í ár hjá honum og liðfeløgum hansara og kann gerast nóg frægur til FM-finalurnar. Tummas Pauli hevur nú eisini allar fyritreytir til tess – kann t.d. bara biða beiggjan um ráð!!