Heini sigur,at um fóturin hjá sær verður heilt frískur eftir viðgerð seinast í hesum mánaðinum, so spælir hann aftur í bestu føroysku deildini í ár.
Heini sigur,at um fóturin hjá sær verður heilt frískur eftir viðgerð seinast í hesum mánaðinum, so spælir hann aftur í bestu føroysku deildini í ár. Hann hevur seriøs tilboð frá tveimum feløgum.
35 ára gamli Heini Hanusarson spældi als ikki hondbólt seinasta kappingarár. Orsøkin var serliga familju viðurskifti, ið gjørdu tað ómøguligt. Men nú er støðan ein onnur og einans ein skaði kann forða Heina í at spæla aftur komandi kappingarár.
– Konan var uttanlanda stóran part av kappingini í fjør, so mínar umstøður við fleiri børnum forðaðu fyri hondbóltinum. Men tann støðan er broytt nú soleiðis, at tað kemur at liggja væl fyri at spæla hondbólt komandi kappingarár. Tað einasta, sum forðar í løtuni er ein hovnaður fótur. Eg skal til viðgerð fyri hetta seinast í hesum mánaðinum ella fyrst í august. Tá fæst so at vita, hvussu verður. Men teir kønu siga, at hetta eigur at fara at blíva í ordan. So um tað gongur væl, so skuldu kanska ein ella tveir mánaðir gingið eftir tað til eg verið heilt klárur at spæla. Eg føli meg væl fyri og hava nógvar royndir og hóast steðg í 1 ár, so skuldi eg ikki havt gloymt, hvussu man spælir, sigur Heini við Norðlýsið.
Tvey feløg
Hann sigur, at hann hevur tilboð frá tveimum feløgum eins og møguleikin fyri venjarastarvi eisini er til staðar.
– Bæði liðini hava biðið meg svarað, men eg taki ikki støðu fyrr enn eg fái staðfest støðuna við fótinum. Eg trúgvi uppá, at tað fer at laga seg og so fari eg at spæla aftur. Eg havi tikið ein part av venjaraútbúgvingini, so eg eri eisini spentur uppá at fara tann vegin, men hetta er ikki avgjørt enn. Tá hugsi eg bæði sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari ella toymisvenjari, har tveir høvuðsvenjarar eru líka stillaðir. Tí fýra eygu síggja ofta betri enn tvey eygu, sigur Heini Hanusarson við Norðlýsið.
Hann vónar at blíva heilt frískur til kappingarbyrjan, men at tað er trupult at meta um. Hvat felag hann fer at umboða er ein samráðingar spurningur, sum helst ikki verður loystur fyrr enn umleið hálvan august ella tá støðan við skaðanum er uppklárað.




