Heini Vatnsdal skal eftir nýggjár venja við Brønshøj, har hann eisini vandi við eitt stutt skiftið áðrenn vetrarfrítíðina.
Heini Vatnsdal hevur í vetur royndarvant við AB og Brønshøj. Men í Brønshøj fekk hann bara tvær venjingar við, áðrenn Brønshøj hópurin fór í vetrarfrí. Men Heini sigur í stuttari viðmerking, at hann væntandi fer aftur at venja við Brønshøj, tá teir byrja at venja aftur stutt eftir ársskiftið. So vil tíðin vísa, hvussu langt tað røkkur. Men Heini hevur fyrr í vetur víst á, at hann ætlar at leggja nógv fyri í royndunum at vinna sær sáttmála uttanlands í vetur.
Brønshøj er í løtuni næstaftast í næstbestu donsku deildini.




