Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í Tjóðveldisflokkinum: Eg fari ikki at stuðla royndunum at tveita Tobba út úr Tjóðveldisflokkinum

John William Joensen

sigur Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í Tjóðveldisflokkinum, sum heldur mælir til semju.

– Eg vænti ikki at flokkstingið  fer at tveita Torbjørn Jacobsen út úr flokkinum.
– Tað kann ikki verða rætt at tveita ein mann út bara tí at hann er ósamdur við formanninin.
– Hinvegin so fari eg ikki at forsvara skrivingina hjá Tobba, men fyri tað eiga vit ikki at gera sama feilin sum Sambandsflokkurin, og tveita ein mann, sum hevur tænt flokkinum væl, út, sigur Heini O. Heinesen, sum var formaður í Tjóðveldisflokkinum frá 1994 til 2000.
– Eg fari heldur ikki at taka dagar ímillum um Høgni ella Torbjørn hevur rætt, men tað tíðina eg var formaður í flokkinum hevði tað ikki komið upp á tal at tveitt nakran út bara tí at hesin skrivaði harðliga í bløðunum.