– Størsti trupuleikin hjá samgonguni er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og tann trupuleikan kann samgongan ikki smyrja uppá meg, sigur Heini O. Heinesen
– Eg dugi ikki at síggja hví flokkurin meldar út, at eg ikki eri partur av samgongusamstarvinum, tí sjálvur havi eg atkvøtt fyri øllum uppskotum sum samgongan er komin við, sigur Heini O. Heinesen.
– Tá skerjingin av fiskidøgum var fyri í løgtinginum bjargaði eg í veruleikanum samgonguni, tí var uppskotið hjá landsstýrismanninum samtykt var landið endað í eini álvarsligari kreppu.
– Tað sær út til at vinnan hevur góðtikið niðurskurðin uppá 10% og tað er størsti niðurskurður nakrantíð
Sjálvstýrið fær annan sessin hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini
Heini O. Heinsen sigur at flokkurin hevur leingi ætlað at tikið nevndarsessirnar í fíggjarnevndini frá Páll á Reynatúgvu og sær sjálvum, og nú sjálvstýrið hevur fingið annan fíggjarnevndarsessin hjá Tjóðveldinum, er trupult at meta um hvørjir nevndarsessir standa í boði til hann.
– Eg má so royna at fáa tað frægasta burturúr og eg skiljið als ikki útmeldingina frá flokkinum.




