Hetta valið kann gerast eitt lagnuval fyri føroya land og tað fólk sum her búðleikast.
Tað er serliga tí at tjóðveldisflokkurin bjóðar seg fram at umboða føroysku tjóðina á danatingi.
Tjóðveldisflokkurin fer ikki á danating at føra danskan partapolitikk, heldur ikki fer flokkurin at bera føroyskan partapolitikk niður á danating.
Tað sum eg serliga hugsi um, er tað sum nú er komið í eyga ein "ES-grundlóg" fyri alt ES sambandsríkið.
Hettar kann koma at hava avgerandi týdning fyri okkara framtíð sum tjóð. Tað sum vit fara at greiða donskum politikkarum frá er, at ein stórur meirluti av føroya fólki ikki tekur undir við at Føroya land verða innlima í ES sambandsríkið sum danskur ríkislutur.
Tilfeingið á Føroyagrunninum
Alla hesa øldina hava føroyingar stríðst ímóti útlenskum royndum at ogna sær tilfeingið á Føroyagrunninum.
Tað er einum og hvørjum greitt, at tjóðveldisflokkurin er besta boðið upp á at verja okkara natúrtilfeingi olju og -fiskiríkidømið.
Tað hevur hann prógvað ferð eftir ferð, síðan hann var stovnaður, við stuðli frá fiskimonnum.
Hetta vilja vit eisini gera á fólkatingi, tá tað gerst neyðugt.
Allir hinir flokkarnir hava eina jánkasliga støðu til tað, sum rørir seg við at Danmark ætlar at avreiða sín avgerðarrætt á hesum øki til ES.
Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur, sum hevur víst í verki, at vit ikki geva okkum, sjálvt um hart leikar á, og tað brýtur í bæði borð.
Tað gav at bíta tá kreppan leikaði á sum harðast í 1993 tá vóru tað vit sum settu út í kortið, ímóti harraboðum úr ES landinum Danmark, og settu eina føroyska skipan í gildi fyri okkara høvuðsvinnu.
Henda skipan hevur roynst sera væl seinastu 10 árini við serliga góðum fiskiskapi fyri flest allar skipabólkar.
Í dag er støðan tann at henda skipan er við at sindrast av løtuvinningspolitikki, meðan løgtingið situr sum rissa yvir deyðum fyli.
Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg aftur fram at møta á danatingi aftaná valið, tí vit vilja halda fast um rættin sjávir at stýra okkara egna olju og -fiskivinnupolitikki.
Fólkatingsvalið kann eisini brúkast til at markerað føroyskan politikk, tí velur tú tað valevni sum kann vísa á tey bestu úrslitini.
Heini O. Heinesen, fólkatingsvalevni.
http://heima.olivant.fo/~hoyh/




